Kristian Djurhuus: Lívshættisligt at fara eftir torvi

Tey ungu í dag vita nóg illa, hvat ið torv er. Tey skilja í hvussu er ikki knossið, sum var at útvega brennievni til hita og matgerð. Ta einu ferðina mundi Kristian doyð úti, tá ið farið varð eftir torvi. Men fyrst greiðir hann frá vetrarítrótti í Havn

12. partur


Í mínum ungu døgum íðkaðu vit eisini vetrarítrótt. Hetta skapti nakað av órógv í býnum. Men onku­staðni skuldi ungdómurin sleppa at útfolda seg. Men so gav løgregl­an okkum loyvi til at nýta Tórs­gøtu, sum var longsta brekkan í Havn. Tað var eingin trupulleiki við koyr­andi ferðslu, tí bilar vóru als ikki til.
Eg hevði eisini gjørt mær eina sletu, har eg kundi gera meg upp fyri Margrethu. Eg bjóðaði henni og hennara vinkonum túr á slet­una. Tær fingu strong boð um at hava føturnar upp frá á ferðini. Men hetta endaði eina ferð galið. Margretha kom at bróta eitt bein í fóti­num, so hon mátti liggja í seingini í nakrar vikur. Hetta var áðrenn, vit vórðu trúlovað, so eg óttaðist fyri, at nú fór speril at koma í. Men ikki bilaði!

Landbúnaðurin
Umframt mítt skrivstovuarbeiði mátti eg eisini hjálpa pápa við landbúnaðinum, sum gav eitt gott ískoyti til handverkaralønina hjá honum. Hetta gav okkum eisini mjólk, kjøt og eplir.
Umframt var tað torvskurða­rættindi, sum gav okkum nóg mikið av brenni. Vit kundu skera torv á fimm ymiskum heiðum. Hetta tók sína tíð. Til torvheiðarnar, sum vóru longst burtur, tók tað tveir tímar til gongu aftur og fram. Hagar tað var stytst, tók tað ein tíma.
Her kann skoytast uppí, at Andreas Ziska í bók síni »Tórshavn – lív og vøkstur« greiðir frá, at hin 14. august 1833 varð ásett, at fútin skuldi hava umsjón við torv­heiðarnar og skuldi útnevna tveir menn at samanleggja heiðar­nar kring Tórshavn. Í 1837 var torv­heiða­samanleggingin at enda komin, og vóru heiðarnir lutaðir til 163 húski, sum tá vóru í Havn. Men fram­vegis vóru nógv hús, sum høvdu fleiri torvheiðar, sum Kristian Djurhuus eisini greiðir frá.
Nøgdin, ið kundi skerast av torvi, var gjørd upp í klyvjum. Ein klyv er tveir leypar, tv.s. rossabyrðu, ein leypur hvørju megin rossið.
Talið av klyvjum var sera ymiskt. Tað var frá góðum 100 til fleiri hundrað klyvjar fyri hvørt húsarhaldið.
Í 1833 verður eisini avrátt at byggja ein torvveg, sum kom at verða kallaður Landavegur.
Mangir vóru menninir og mong vóru fótasporini hjá teimum, ið knossaðu leypar í kavaroki, stormi, regni og góðveðri hesi ár, mann eftir mann, á Landavegnum. Undir hvíling við Skeivutræbrúgv og Bøkkinum, vóru mong tíðindi og mong hugskot á munni manna millum. Tá ið bilar komu lætti tað eisini nógv um at kunna koyra torvið heim.

Torvheiðarnir skuldu røkjast
Kristian heldur áfram:
Tað vóru serligar reglur um, at tað skuldi farast vandaliga um torvheiðarnar. Um hetta ikki hendi, kundu myndugleikarnir koma uppí við bót ella dagbøtur, til skil var komið á.
Tað var hildið at vera ein stór skomm at fáa bót fyri ikki at fara væl um torvheiðarnar.
Torvið var í fyrsta umfari koyrt í krónna og varð, sum tørvurin var, borin heim í leypi. Leypurin skuldi fyll­ast á ein serligan hátt fyri at lætta um byrð­ina. Vektin skuldi vera nøku­lunda tann sama oman­fyri sum niðan­fyri fetilin, so javn­vág var í tyngd­ini. Tað sama var við hoyggi.
Vit skóru sum sagt torv á fimm ymiskum heiðum. Á fýra teirra gingu vit omanbrekku til húsa við fyltum leypum. Hetta lætti sjálv­sagt um. Frá tí fimta heiðinum var tað sera óslætt, og tí var tað sera strævið at ganga.
Vit nýttu umleið ein leyp av torvi um dagin um veturin og eitt sindur minni, tá ið veðrið var meira lýtt.
Tá tað snúði seg um torvarbeiði vóru øll líka nógv um arbeiðið. Tó var tað mans­arbeiði at skera torvið, tó við hjálp av teimum ungu dreingjunum.
Í mínum seinnu dreingjaárum fingu vit ein part av torvinum flutt heim við hestavogni, har tað var møguligt hjá vogni at koma framat við honum.
Heima máttu vit eisini hava eina eykagoymslu, tí ringt veður ella sjúka kundi jú forða fyri, at farast kundi eftir torvi.
Pápi plagdi ofta at fara eftir torvi vetrarkvøld í mánalýsi, tá ið tað var møguligt at finna vegin.
Sjálvur plagdi eg at fara eftir torvi áðrenn skrivstovutíð. Eg plagdi at fara avstað um seks tíðina og var heima so tíðliga, at eg kundi skifta, vaska mær og fáa mær morgunmat, áðrenn eg skuldi møta til arbeiðis kl. 9.

Effektiv orkusparing
Tað var ofta kegl millum tey, sum nýttu torvið, og tey sum høvdu stríðið av at fáa tað heim.
Ein skipari á Tvøroyri greiddi hetta á ein serligan hátt, tá ið hann helt, at konan hevði nýtt ríkiliga nógv av torvi.
Tá setti hann seg á torvkassan at gera okkurt seglmakaraarbeiði. Hann bleiv sitandi so leingi, sum tað passaði honum, uttan mun til hvussu konan kundi leika í.
Hjá teimum mundi tað vera sum hjá so mongum. Maðurin var skipari og var vanur at kommandera um­borð. Men heima vildi konan sleppa at ráða.
Tá eg var drongur, vóru tað bert tey fæstu og tey mest vælhavandi, sum brúktu kol. Tað kundi tó henda seg, at mamma fekk pápa at keypa eina spann av koli, tá ið tað var okkurt, sum skuldi bakast, og sum skuldi hava nógvan hita. Tá plagdi eg at verða sendur við kolspann at keypa kol.
Tá ið eg fór eftir torvi plagdi eg við hvørt at hitta býráðsskrivaran Vilhelm Mohr, beiggja Jens Mohr
Vilhelm var ikki heilt sum fólk flest. Hann var tá um 70 ára gamal. Men honum dámdi ikki, at teir yngru vóru skjótari til beins enn hann. Ein morgun, eg var í seinna lagi og skundaði mær, gekk eg fram við Vilhelm í Vágsbotni, hann var eisini á veg eftir torvi. Hann rópti eftir mær, hvat eg billaði mær inn at kappast við hann at ganga. Hann skuldi eisini vera maður at kappast. Vilhelm setti so ferðina upp, men hann kláraði ikki at fáa meg aftur. Hann var eitt sindur firtin við meg eina tíð eftir hetta, men tað javnaði seg aftur.

Upp á Skælingsfjall í torvtíð
Í sambandi við torvi kann eg nevna tvær hendingar: Tann fyrra lýsir, hvussu nógv, ið varð kravt av einum í torvtíðini.
Um jóansøkuna var tað vanligt hjá røskum fólki at fara upp á Skælingsfjall. Hetta var tyngri tá enn nú, tað kann koyrast stóran part av teininum.
Hjá teimum, sum ikki vóru so væl fyri at hava ross, var tað vanligt at fara við báti inn í Kaldbaksbotn og so til gongu upp á fjallið.
So var tað ein dagin, at skipað varð fyri eini slíkari útferð. Pápi vildi hava meg ikki at fara, tí vit skuldu í torv dagin eftir. Men eg helt, at sjálvt um eg alla náttina skuldi vera uppi á Skælingi, so skuldi eg nokk gera mín part av torvarbeiðinum dagin eftir.
Vit fóru úr Havn um 9 tíðina á kvøldi, og vit vóru uppi á Skæl­ings­fjalli á midnátt. Hetta var ein ógloym­­andi sjón at síggja oyggjar­nar í sólsetur.
Vit vóru so heima aftur um klokkan 8 á morgni. Tá vóru hini í húsinum klár at fara í torv.
Pápi var eitt sindur trútin og helt, at eg var nú so móður, at eg kundi eins væl vera heima. Men eg helt, at tey kundu fara avstað. Tá eg hevði etið, skuldi eg koma aftaná, men eg fór tó á ein torvheið, har eg var einsamallur.
Tá ið eg var liðugur kl. 7 á kvøldi fylti eg leypin. Tað var ongantíð farið til hús við tómum leypi, og eg kom heim samstundis sum hini. Tá hevði eg eisini gjørt mín part, men eg var eisini móður.

Mundi verið útideyður eftir torvi
Ein onnur minnilig hending var tann 1. desember 1917. Poul Niclas­sen, seinni kendur sum lim­ur í lands­ting­inum og blaðstjóri á Dimma­­lætt­ing, var tá prentari á Dimma­­lætt­ing. Hann hevði torv­heiðar nær­indis okkara í Hoyvíks­haganum.
Vit fóru um hesa tíðina ofta saman seinnapartar eftir torvi, og tað gjørdu vit eisini hendan dagin. Dagurin var jú stuttur. Tí fóru vit so tíðliga, at vit kundu vera aftur, áðrenn tað gjørdist myrkt. Veðrið var gott, tá ið vit fóru, men tað vóru skýggj á luftini.
Tá ið vit komu til torvheiðarnar hjá Poul, sum lógu nærri býnum enn okkara, skeyt hann upp, at vit fyltu báðar leyparnar av teirra torvi, so kundu vit báðir næstu ferð taka av okkara torvi.
Beint sum vit høvdu fingið leyparnar á bakið og skuldu fara til gongu heim, gjørdist so ógvu­liga myrkt. Samstundis kom ein hvirla, so vit mundu dottið. Nú var knapp­liga kavaroksódn. Hetta dámdu okkum einki. Víst høvdu vit storm­in í ryggin, men vit sóu einki, ikki so frægt sum okkara egnu føtur. Eisini skuldu vit fara um Hoydalsánna. Um hana var ein smøl brúgv, og hon kundi vera trupul at finna í hesum líkindum. Vandin við at koma ov langt oman var at fara í Svartafoss. Vit máttu rópa okkara millum, og fyri ikki at missa hvønn annan burtur, máttu vit halda í hvønn annan.
Vit umhugsaðu at seta leyparnar frá okkum. Men hildu kortini, at teir vóru ein ávís barlast, so vit ikki fóru á flog.
Vit vóru so merkiliga hepnir, at vit komu beint á brúnna, og visti tá, hvar vit vóru. Nú vistu vit eis­ini, hvussu vit skuldu sleppa undan Svartafoss. Vit komu oman á Sana­torii­vegin, og nú var bert at fylgja honum. Niðri við plantaguna stóð ein bonkur. Her settust vit deyða­móðir at fáa eina hvíld, lukku­lig­ir um at vera komnir aftur til býin.
Tá vit komu aftur í Ólastovu var eitt rættiligt uppstandilsi. Tey vóru bangin og ætlaðu at senda fólk at leita eftir okkum. Tað hevði nú ikki nyttað nógv í hesum veðrinum.
Tað vísti seg eisini morgunin eftir, at nógv fólk vóru vilst inni í sjálvum býnum og vóru farin inn í nærmasta hús at fáa sær skjól.

Ein feigdardagur
Eitt farmaskip var komið á redina hendan dagin og var byrjað at inn­skipa klippfisk. Nakrir maskin­bátar vóru komnir út til skipið, tá ið stormurin brast á. Bátarnir tordu ikki at loysa frá skipinum, tí teir roknaðu ikki við at koma til lands aftur. Hetta var, áðrenn tað bar til hjá skipum at leggja at í Havn. Bátarnir sluppu ikki inn aftur fyrr enn morgunin eftir.
Ein útróðrarbátur av Nesi í Eystur­oynni fekk eisini illveðrið á seg við Eystnes. Hann lá alla náttina í lívd av nesinum og kom fyrra­partin dagin eftir inn á Havnina. Tað varð roknað sum eitt undur, at hann kom aftur.
Hesin stormur kostaði eisini fleiri mannalív. Í Sandavági lá ein bátur fyri teymi. Ein maður var farin umborð at pumpa bátin. Men hann slapp ikki í land aftur. Teym­urin slitnaði, og báturin rak til sjós. Maðurin hevur eftir øllum at døma ikki fingið motorin í gongd. Seinni varð báturin funnin undir Grímsfjalli í Hvalba, og maðurin var funnin deyður longri uppi í haganum. Maðurin er eftir tí at døma komin livandi í land.
Í Funningi ella Funningsbotni var ein eldri maður við tveimum ella trimum abbabørnum á veg um fjallið, tá ið veðrið brast á. Tey vóru funnin deyð, tá ið farið varð at leita morgunin eftir.
Í Vágum vóru nøkur fólk farin til gongu millum Sørvág og Miðvág. Men tey komu til eina torvkrógv og tømdu hana so mikið, at tey kundu liggja her til morgunin eftir, tá veðrið gjørdist betri.
Úr Trongisvági vóru tveir mans hvør sær farnir til Hvalbiar og vóru komnir til Mannagjógv, tá ið tað brast á. Annar maðurin var so skilagóður, at hann helt seg til ein varða, hann kom til. Hann helt hitanum við at taka varðan niður og laða hann upp aftur alla náttina, til hann var funnin av leitingarfólki. Hin maðurin varð nakrar dagar seinni funnin deyður vestari á fjallinum. Her er hann uttan iva vilstur, og hetta gjørdist hansara lagna.


Í komandi parti verður meira greitt frá pápanum Dia í Ólastovu. Hann var millum annað við til at byggja fyrsta vitan í Føroyum