Kristian er útleigaður

KÍ málverjin fer í kvøld at spæla í Hólmanum á Eiði

14. umfar er hetta vikuskiftið. Hóskvøldið vann HB 6-0 á heimavølli ímóti TB, og í gjárkvøldið endaði sera undirhaldandi og spennandi grannauppgerð millum NSÍ og B68 4-3 til heimaliðið í Runavík. Sigursmálið varð skorað í 93. minutti.

 

Klokkan 19 í kvøld verður triði dysturin í hesum umfarinum. Hann verður í Hólmanum á Eiði, har B36 verður gestur hjá EB/Streymi.

 

Hjá B36 er Benjamin Heinesen tøkur aftur eftir leikbann. Eli Falkvard Nielsen er langtíðarskaddur (krossband í knænum). Sebastian Pingel er langtíðarskaddur (brotið bein í fótinum), og Brian Jakobsen er darvaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ivasamt, um Andrass Johansen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av liðbandsskaða í fótinum.

 

Hjá EB/Streymi er Tóki H. Johannesen framvegis skaddur í fótinum, málverjin Rói Zachariassen er í sóttarhaldi, og Arnar Dam er skaddur í fótinum.

 

Miðvallarin Elias El Moustage er tøkur aftur eftir leikbann.

 

18 ára gamli Jóannes Davidsen hevur seinastu ferðirnar vart málið hjá EB/Streymi, nú Rói Zachariasen ikki hevur verið tøkur. Jóannes hevur verið sera sannførandi millum stólparnar, men hann verður ikki við í kvøld, tí hann er sjúkur. Tí hevur EB/Streymur leigað nýggjan málverja.

 

Talan er um Kristian Joensen, sum er leigaður úr KÍ. Hann hevur verið drúgvasti KÍ málverjin síðani hann í 2016 flutti til KÍ. Men eftir 2-1 steypatapið ímóti NSÍ misti hann plássið til Mathias Brinch Rosenørn, og síðani hevur Kristian verið eykamálverji og spælt í næstbestu deildini.

 

Í kvøld fer Kristian aftur at spæla í bestu deildini. Tá verður hann málverji hjá EB/Streymi.

 

EB/Streymur – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00.