- Visjónin er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið og soleiðis økir enn meira um dygdina í alingini, sigur Fiskaaling. Árliga aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum í dag, fríggjadagin. Ráðstevnan hevur heitið ?Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna?. Heitið sipar til, hvussu vit framhaldandi tryggja eina burðardygga føroyska alivinnu við góðum lívfrøðiligum úrslitum.
- Vit á Fiskaaling meta, at hesin afturvendandi árligi táttur við aliráðstevnu hevur alstóran týdning fyri føroysku alivinnuna. Hetta er dagurin hjá føroysku alarunum, har teir kunnu koma saman at tosa um felags áhugamál og samskifta um teirra royndir í vinnuni.
Tað skrivar Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, í nýggjastu útgávuni av Alitíðindum. Tað er eisini P/F Fiskaaling, sum er høvuðsstuðul til ráðstevnuna.
Stjórin heldur tað vera ógvuliga týdningarmikið, at granskað verður í alivinnuni.
- Okkara visjón er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið og soleiðis økir enn meira um dygdina í alingini.
Fiskaaling arbeiðir, sum einasta felag í Føroyum, burtur av við gransking og menning innan alivinnuna, og á aliráðstevnuni verður høvi at hoyra nærri um nakrar av verkætlanunum.
Granskararnir, Regin Arge og Ása Jacobsen, fara at greiða frá úrslitum av kanningum av laksi og laksalús. Eisini fer Magnus Pauli Magnussen, granskari, at greiða frá verkætlanini um góðsku á føroyskum alilaksi.
- Tað er at fegnast um, at gransking innan aling er ment so mikið, at vit kunnu hava fleiri føroyskar fyrilestrahaldarar á aliráðstevnuni, heldur Kristian Petersen, stjóri.