Kristian fekk bronsuna

Kristian Olsen hevur ikki verið so væl fyri síðstu dagarnar nirði á Rhodos, men hetta forðaði honum tó ikki at taka lut í kappingini í 100 metra frí svimjing hjá monnum.

 

Her svam hann seg í finaluna í morgun, og Christian megnaði eisini at enda á heiðursmerkjaskamlinum, tá kappingin var liðug fyri løtu síðani.

 

Kristian endaði á einum triðja plássi við tíðini 53.71. Ein maður av Guernsey vann kappingini, meðan ein av Gotlandi bleiv nummar tvey.