Eirikur í Jákupsstovu
– Vit spurdu Atlantic, um tey fóru at skipa fyri einum jólatúri. Tað gjørdu tey ikki, so vit avgjørdu at leiga eitt flogfar, sigur Kristian Dahl, sum saman við Unn Bjarnadóttir skipar fyri túrinum til Aberdeen.
Tá Unn nevndi hugskotið at leiga eitt flogfar til Aberdeen at keypa jólagávur við, so var Kristian beinanvegin við.
– Eg hevði stutt frammanundan leigað eitt flogfar í samband við ein starvsfólkatúr, so eg visti mannagongdirnar og so framvegis. Tí var eg beinanvegin við, og nú er við at vera klárt, greiðir Kristian Dahl frá.
Stór tilmelding
Umvegis sms, teldupostar og Facebook vórðu boð send út til vinir og kenningar.
– Vit sendu tey fyrstu út fríggjadagin, og tá hendi ikki so nógv, men mánadagin og týsdagin streymaðu tilmeldingarnar inn, greiðir Kristian Dahl frá.
Tað sleppa eini 85 fólk við í flogfarið, og í løtuni eru eini 25 á bíðilista.
– Fólk hava ikki endaliga váttað, um tey eru við ella ikki. Men hetta verður avgreitt í dag, og tá vita vit endaliga, hvussu verður, staðfestir Kristian Dahl.
Men greitt er, at við 25 fólkum á biðilista, stendur ikki á at fáa mannað eitt flogfar.
– Blívur tað við at leggjast afturat, so gera vit ein túr afturat, staðfestir Kristian Dahl.
Mannfólk fyriskipari
Tað kann tykjast eitt sindur óvanligt, at eitt mannfólk er við at skipa fyri einum shoppingtúri.
– Eg skal vera berari, soleiðis plagar tað at vera. Vit eru fleiri sum fara, og tað verður nokk soleiðis, at konurnar fara at keypa, meðan vit fara at hyggja at onkrum øðrum. Men tað skal nokk blíva ein góður túrur, heldur Kristian Dahl.
Tons eftir
Fyri nøkrum árum síðan skipaði Atlantsflog fyri tílíkum túrum, og seinast hann var stóð sera nógv viðføri eftir í Aberdeen, tí ov nógv var keypt. Hetta viðføri kom tó til Føroya seinni.
– Tað sleppa nøkur 90 fólk í flogfarið, men á túrinum verða 85, fyri at tað skal bera til at hava 30 kilo av viðføri við í part, fortelur Kristian Dahl.
Túrurin sjálvur verður í novembur. Farið verður úr Føroyum fríggjadag 13. novembur og komið verður aftur til Føroyar 15. novembur.
Spurningurin er bara, um flogfarið kemur uppfrá við øllum gávunum.
Sjálvboðið
Tað eru í høvuðsheitum Unn Bjarnadóttir og Kristian Dahl, sum skipa fyri túrinum, og tey ætla sær ikki vinning av túrinum.
– Vit skulu bara hava tað inn, sum tað kostar at leiga flogfarið. So fáa vit sjálvi ein góðan túr eisini, sigur Kristian Dahl.
Tað kostar 2.650 krónur fyri ferðaseðilin og eitt bíligt hotell er funnið, so sjálvur túrurin kostar beint omanfyri 3000 krónur, men tá er ongin jólagáva keypt.