Kristian Magnussen: Týdning at fáa glið á

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, heldur, at vit skulu stuðla fólki í at gera tað, tey duga best

? Eg havi alla tíðina vitað, at tað ikki fer at verða lætt, men við eitt sindur av hepni eigur tað at bera til.

Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, í sambandi við, at hann nú er farin undir at kanna møguleikarnar fyri at gera føroyskan tónleik til eina útflutningsvøru.

? Endamálið við fundinum í gjár var at seta hol á, so vit kunnu fáa staðfest, hvat skal til fyri at selja føroyskan tónleik uttanlands, sigur hann.

? Tað er neyðugt at vita frá byrjan, hvat skal til, og hvussu vit eiga at satsa.

Kristian Magnussen vísir á, at tað er neyðugt at víðka um føroyska inntøkugrundarlagið, og at tað kann gerast við at selja føroyskan tónleik uttanlands. Og Kristian Magnussen hevur eisini Javnaðarflokkin aftan fyri seg í hesum málinum.

? Tað eru nógvir fordómar, sum mugu fáast av vegnum, fyri at tingið skal taka undir við hesum, men líka mikið, um eg sjálvur fái ávirkan ella ikki eftir valið, so fari eg at gera mítt til at minna flokkin á, at hetta er nakað, sum kann vera vert at satsa uppá, sigur hann.

Kristan Magnussen vísir á, at ein hugburðsbroyting má til, og at aðrir politikarar mugu skilja, at hetta kann lata seg gera.

? Vit hava nógvar dugnaligar tónleikarar í Føroyum, og eg haldi, at vit eiga at stuðla øllum í at gera tað, tey duga best til. Um onkur bólkur hevur okkurt, sum er nog gott til at royna seg við í øðrum londum, eiga vit eftir mínum tykki eisini at brúka pengar upp á tað, sigur Kristian Magnussen.