Kristian Martin Rasmussen 60 ár

Í dag, fríggjadagin 27. apríl, verður Kristian Martin Klein Rasmussen í Klaksvík 60 ár. Kristian Martin hevur í mong ár saman við øðrum verið ánari og skipari á Christiani í Grótinum.
Kristian Martin er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og har hevur hann búð alla sína tíð. Mamman var Malena Dorthea Klein (1920-1980). Lena var ættað úr Stórustovu í Oyndarfirði. Pápin var Joen Pauli Rasmussen (1919-1991) í Klaksvík ella Palli hjá Marionnu, sum hann varð nevndur.
Lena og Palli búðu á Selheyggi. Fyrstu níggju árini í hjúnarlagnum búðu tey inni hjá Marionnu og Christiani í Grótinum, foreldrunum hjá Palla. Í 1950 fluttu tey í húsini, sum tey høvdu bygt dygst omanfyri hjá teimum gomlu. Lena og Palli fingu seks børn: Hergerð (1942), Marjun (1943), Kristian Martin (1947), Gunnvør (1950), Frígerð (1953) og Páll (1958). Marjun býr í Onglandi, og øll hini búgva í Klaksvík.
Tá ið foreldrini fluttu niðan um vegin at búgva, var Kristian Martin ikki við í ferðalagnum. Hann búði hjá ommuni og abbanum, inntil hann sum 14 ára gamalur fór til skips. Abbin var útróðrarmaður. Hann róði út saman við Eiðis Jóhan, og Kristian Martin livdi við í útróðrarlívinum hjá abbanum og skipslívinum hjá pápanum.
Onkran túrin hevði hann verið við Polarstjørnuni, sum pápin førdi, áðrenn Palli í 1960 fór at føra Klakk, sum Kjølbro hevði latið byggja. Kristian Martin fekk upplæringina á sjónum umborð hjá pápanum. Fyrst við Klakki og Jákupi B. Í 1967 kom Borðoyarnes, sum Kjølbro hevði latið byggja. Palli varð skipari, og Kristian Martin, sum í 1967 tók skiparaprógv suðuri í Havn, var bestimaður.
Í 1971 keyptu Palli, Kristian Martin og Jákup Ziskason, svágur Kristian Martin, Borðoyarnes. Teir nevndu partafelagið Boreas. Borðoyarnes royndi á Flemmish Cap, og Kristian Martin var bestimaður, tá ið pápin var við og skipari, tá ið Palli var heima.
Miðskeiðis í sjeyti árunum lótu teir Christian í Grótinum byggja á Skála Skipasmiðju. Kristian Martin hevði bara fingist við línudrift. Hann var nakrar túrar við nótabátum í Gøtu fyri at seta seg inn í tað fiskaríið, og síðani hevur hann roynt við nót og troli. Kristian Martin hevur hingið í, og tað hevur ligið væl fyri.
Kristian Martin giftist í 1966 við Jonelisu Joensen úr Vági. Tey bæði hittust á háskúlanum, har hon gekk í forskúla til sjúkrasystraútbúgvingina, og hann gekk á háskúla at fyrireika seg at fara á skiparaskúla.
Jonelisa og Kristian Martin bygdu á Selheyggi, og har hevur inntil fyri stuttum hugnaliga heimið hjá teimum verið. Nú eru tey flutt í minni hús omanfyri Búarnar. Tey eiga tríggjar dreingir: Jón (1967), Eyðun (1968) og Bogi (1973). Jón er giftur Monu Olsen, Eyðun er giftur Lydiu Mellemgaard, og Bogi er giftur Tinu Magnussen. Tey búgva øll í Klaksvík, og Kristian Martin eigur níggju barnabørn – fimm gentur og fýra dreingir.
Nógvu tey seinastu árini hevur Kristian Martin rikið Christian í Grótinum og Norðborg, sum teir keyptu úr Havnini, saman við synunum. Jón og Bogi eru skiparar, og Eyðun, sum er maskinmeistari, er reiðari.
Tá ið kreppan skolaði omanyvir samfelagið fyrrapartin av níti árunum, var langt ímillum nýggju skipini. Tí var tað stórhending, tá ið nýggi Christian í Grótinum, sum var bygdur í Kili, kom á vánna í 1998. Hetta var fyrsti nýbygningurin á vánni í tíggju ár. Nú verður nýggj Norðborg bygd í Kili.
Ein ógvuliga stóran part av lívinum hevur Kristian Martin verið á sjónum. Nú hann er meiri heima, dámar Kristiani Martin, sum er stillførur og fyrikomandi, væl at vitja í Oyndarfirði, har hann og hini systkini hava sett húsini í Stórustovu í stand, og hann hevur stóran áhuga fyri virkseminum í Zarepta.
Føðingardagin er Kristian Martin burturstaddur.J