Kristian millum best løntu almennu stjórar í Grønlandi

Fær yvir eina millión meira enn stjórin í Føroya Tele

Tað loysir seg at taka við einum almennnum stjórastarvi í Grønlandi. Í einum yvirliti sum grønlendski miðilin Sermitisiaq hevur gjørt yvir lønirnar hjá almennu stjórunum í 2017 sæst, at lønarlagið er munandi hægri enn í Føroyum.

Ein teirra, ið fær ágóðan av hesum, er fyrrverandi stjórin í Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, sum í dag er stjóri í Tele Greenland. Sermitsiaq metir, at hann sum stjóri í almenna telefelagnum fær eina samlaða ársløn á 3.393.000 krónur. Tá eru pensjón, bonus og aðrir ágóðar íroknaðir.

Um samanborið verður við starvsfelagan í almenna føroyska telefelagnum Føroya Tele, sæst at talan er um eina munandi betri løn. Sambært ársroknskapinum hjá p/f Telefonverkið fyri 2017 var árslønin hjá Jan Ziskasen 2.188.000 krónur.

Í samrøðu við Sosialin í summar segði Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele, at lønin hjá núverandi stjóra var um tað sama, ið Kristian Reinert Davidsen fekk, tá hann fór frá sum stjóri í 2015, og tók við starvinum í Grønlandi.

Men meðan Jan Ziskasen er tann best lønti almenni stjórin í Føroyum, er stjórin í Tele Greenland einans nummar trý á listanum yvir almennar stjórar í Grønlandi.

Hægstu lønin fær stjórin í Royal Greenland, Mikael Thinghuus, ið fær 4.323.000 krónur, meðan Peter Grønvold Samuelsen, stjóri í KNI, tjenti 3.438.000 krónur í 2017.