Kristian raðfestur útlandið

Kristian Joensen leitar fyrst og fremst eftir felagið uttan fyri landoddarnar

Føroyski málverjin, sum seinastu tíðina hevur spælt við Lyngby í næst bestu deildini í Danmark, raðfestur fyrst og fremst útlandið, eftir at tað bleiv greitt, at hann ikki heldur fram í Lyngby.

 

Les eisini: Ársins málverji í bíðistøðu

 

- Eg fái ikki sagt so nógv í løtuni, men vit hyggja eftir hvørjir møguleikar eru, sigur Kristian Joensen og leggur afturat, at fyrst og fremst verður leitað í útlandinum eftir felagi.

 

Søgan um, at møguligur áhugi er fyri Teiti M. Gestsson frá útlendskum feløgum, hevur fingið onkran nevna Kristian Joensen sum ein møguleiki hjá HB.

 

Kristian Joensen fekk tveir dystir í Lyngby.