Kristian royndi "Huh-klappið" í Gundadali

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr løtuna, tá Kristian Joensen og Guðmundur Guðmundsson royndu "Huh-klappið" í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge greiða frá skemtiligu løtuni, tá KÍ-fjepparin, Kristian Joensen (myndin) og íslendski B36-fjepparin, Guðmundur Guðmundsson royndu at fáa áskoðarafjøldini, sum var til fyrra hálvleik av dystinum millum HB og ÍF at verða við uppá at gera íslendska "Huh-klappið".

 

Tað ljóðaði lutvíst væl, men enn er føroyska áskoðarafjøldin kanska ikki heilt væl við enn, men tað er óivað at koma við tíðini.

 

Sum Tróndur Arge sigur í hesum ljóðbrotinum: "Á ólavsøku er alt loyvt".