Kristian stóð væl í Danmark

Kristian Joensen, málverji hjá NSÍ, spældi í dag dyst við danska AB

Føroyski U21 og A-landsliðsmálverjin, Kristian Joensen, hevur í kvøld spælt ein dyst við eykaliðnum hjá Akademisk Boldklub Gladsaxe, eisini nevnt AB.

 

Tað gekk væl sambært heimasíðuni hjá felagnum. Har stendur, at tað vóru tveir spælarar, sum royndarvenja við liðnum, og at serliga málverjin stóð seg væl.

 

AB vann dystin 3-1, eftir at hava verið aftanfyri í hálvleikinum.

 

Brot frá dystinum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Kanalsport.dk, við at trýsta HER.