Kristianna og Rigmor á Javnaðarlistanum

Átta fólk vóru sett á vallistan hjá Javnaðarflokkinum eftir fyrsta uppstillingarfundin í Suürstreymoyar Javnaðarfelag.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði fyrsta uppstillingarfund í gjárkvøldið og átta fólk vóru tá sett á vallistan hjá Javnaðarflokkinum.

Rigmor Dam, løgtingskvinna, stendur sum vera man á listanum, saman við John av Reyni, fyrrverandi formanni í Sosialistisk Ung.

Sosialurin avdúkaði fyri nøkrum mánaðum síðani, at Kristianna Winther Poulsen vildi sleppa á listan hjá Javnaðarflokkinum, og tað ynski er henni eftirlíkað.

Ein annar fyrrverandi sjálvstýrismaður, Teitur Vágadal, stendur eisini á listanum hjá Javnaðarflokkinum eftir fundin í gjár. Fyrrverandi rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen stendur eisini á listanum.

Umframt hesi eru Ingrid S. Henriksen, Jógvan Edvard Lindenskov Joensen og Bjørg Dam sett á uppstillingarlistan hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag eftir fyrsta uppstillingarfundin í gjárkvøldið.

Áður hevur Sosialistisk Ung boða frá, at Oda Kjartansdóttir Strøm stillar upp fyri tey.