Einki føroyingalið í bestu norsku mansdeildini í hondbólti fekk stig í dag.
Tróndur Mikkelsen (myndin), Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand taptu á heimavølli 28-30 fyri Nærbø. Í steðginum var Kristiansand á odda 18-16.
Kristiansand er næstaftast í deildini við bert sjey stigum fyri 17 dystir.
Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál. Helgi skoraði eitt mál
Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF taptu á heimavølli í Åsane í Bergen 23-28 fyri Fjellhammer. Í steðginum var Viking á odda 13-10, men Fjellhammer vann seinna hálvleik 18-10.
Viking TIF er aftast í deildini við bert fimm stigum.
Nicholas bjargaði 13 prosent av málroyndunum, meðan kappingarneytin, Christian M. Lyngbø bjargaði heili 45 prosent av málroyndunum, so kappingin er hørð.
Fyrr í dag taptu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget á útivølli 26-37 (11-18) fyri Elverum á útivølli.
Bækkelaget er triðaftast í deildini við níggju stigum, so føroyingaliðini liggja á trimum teimum aftastu plássunum.
Mikudagin klokkan 17 verður føroyingauppgerð. Bækkelaget tekur á heimavølli móti Viking TIF.