Liðið hjá Helga H. Hoydal og Paula Mittún, Kristiansand vann seg í endaspælið í bestu norsku hondbóltsdeildini við minsta marginali.
Kristiansand, Halden og Arendal endaðu øll á 20 stigum í endaspælinum. Innanhýsis uppgerðirnar gera, at Kristiansand endar á sjeynda plássinum, Halden endar á áttanda plássinum, og Arendal stendur eftir við svartaperi og endar á níggjunda plássinum, og má spæla at sleppa undan at flyta niður í lægri deild.
Kristiansand var í dag fyri knúsandi 27-41 (15-21) stórtapi á útivølli móti Nærbø. Helgi legði upp til eitt mál í stórtapinum í dag.
Men Kristiansand kann so anda lættan um endastøðuna í grundspælinum. Men teir møta Elverum í fjórðingsfinalunum í endaspælinum, og tað verður ein sera torfør, men samstundis spennandi uppgáva.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu tepurt 33-34 (13-15) fyri Halden í dag. Kjartan legði upp til trý mál.
So hetta var ikki eitt serliga gott umfar hjá føroyingunum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kjartan og liðfelagarnir skulu spæla dystir um at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.