Kristiansand vann seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Føroyingaliðið í Kristiansand megnaði annað árið á rað at vinna seg í hálvfinaluna í norsku steypakappingini

Í kvøld leiktu Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand hálvfinalu í norsku steypakappingini á heimavølli í Aquarama-høllini í Kristiansand.

 

Helgi H. Hoydal og Tróndur Mikkelsen eru tíverri uttanfyri við skaða, so Bjarni er einsamallur føroyingur á liðnum fyri tíðina.

 

Tað eydnaðist Kristiansand aftaná eina javna og spennandi hálvfinalu at vinna 34-32 á Halden. Í steðginum var Halden á odda 15-14.

 

Hetta er annað árið á rað, at Kristiansand vinnur seg í hálvfinalurnar. Í norskum hondbólti er eitt stórt tiltak, ið nevnist: "Final 8". Hetta er eitt vikuskiftið, har hálvfinalistarnir hjá bæði monnum og kvinnum leika hálvfinalur og finalur í norsku steypakappingini.

 

Sigurin er serliga søtur hjá Kristiansand, ið er næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við bert fýra stigum. 

 

Bjarni skoraði eitt mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum hjá sær trý brotskøst.

 

Komandi sunnudag spælir Kristiansand á útivølli móti Sandnes í dysti í bestu deildini.