Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld áttandapartsfinalu í norsku steypakappingini.
Kristiansand vann á útivølli 33-30 á Bergsøy úr næstbestu hondbóltsdeildini.
Í steðginum var Kristiansand á odda 21-14. Tað lá ikki líka væl fyri hjá Kristiansand í seinna hálvleiki, men teir gjørdu nóg mikið til at vinna dystin, og teir eru harvið í fjórðingsfinaluni.
Helgi skoraði fýra mál og Bjarni skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál, so føroyingarnir gjørdu sítt í kvøld.
Komandi sunnudag tekur Kristiansand móti Runar í dysti í bestu norsku deildini.