Kristiliga Sangkórið venur aftur týskvøldið

Komandi týskvøld fer Kristiliga Sangkórið aftur undir regluligu venjingarnar. Vant verður í KFUM týskvøld klokkan 20, sigur Hanus Joensen, sum kórleiðari. Hann letur heilsa, at øll eru væl komin - eisini nýggir sangarar.

? Teimum nýtast ikki at boða frá áðrenn - bert at møta, sigur hann.

Kristiliga Sangkórið, sum er út við hálvthundrað ára gamal, syngur føroyskar og norðurlendskar sálmar og sangir.