- Eg havi ikki tikið støðu enn, segði Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, tá Beinta Löwe í Degi og Viku spurdi hann, hvat hann fór at atkvøða, tá løgtingið um eina løtu skal avgreiða fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal.
Dagurin í dag byrjaði við, at Kristin Michelsen legði eitt broytingaruppskot fyri tingið, men hetta bleiv løtu seinni tikið inn í broytingaruppskotið hjá samgonguni.
Tá mundu tey flestu halda, at samgongan hevði tryggjað sær atkvøðuna hjá Kristini Michelsen.
Í røðu síni í tinginum rósti hann annars løgmanni fyri hansara leiðaraevni í morgun, at hann hevði fingið restina av samgonguni at góðtaka sítt broytingaruppskot.
Hann bleiv eisini spurdur, hvat hann hevði givið Magna Laksáfoss í gávu, fyri nógv umtalaðu atkvøðugreipuna. Svarið var greitt: Eina tollfría gávu, svaraði tingmaðurin úr Suðri.