Kristin gevst í HB

Kristin Restorff Mouritsen sat uttanfyri alla steypafinaluna og boðar nú frá, at hann heldur ikki fram í HB

Kristin Restorff Mouritsen sat uttanfyri alla steypafinaluna og boðar nú frá, at hann heldur ikki fram í HB.

 

Orsøkin er tó ikki, at hann sat uttanfyri allar 90 minuttirnar leygarkvøldið, men at hann flytur niður í lestrarørindum. Kristin R. Mouritsen, sum hevur spælt fimt flestar minuttir fyri HB í landskappingini í ár, vil ikki gera viðmerkingar til hansara leiklut í steypafinaluni – ella mangul upp á tað sama.

 

Kristin váttar tó, at hann ikki heldur fram í HB eftir hetta kappingarárið. Hann flytur niður síðst í oktober.

 

- Eg flyti niður aftaná kappingarárið, so eg spæli nokk ikki við HB komandi ár, sigur Kristin R. Mouritsen, sum óiva er vónbrotin av at vera ein óbrúkur útskiftari í steypafinaluni. Hann hevur ikki tikið avgerð um hvønn leiklut fótbóltur kemur at spæla, meðan hann býr í Danmark.

 

Fleiri HB’arar sama veg

 

Tað ljóðar eisini, at fleiri spælarar umhugsa at fara av landinum í lestrarørindum. Teir eru Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen og møguliga Teitur M. Gestsson.

 

 Heini Vatnsdal spældi í steypafinlauni sum ein maður, ið skuldi vísa Lars Olsen, landsliðsvenjara, at tað var ein feilur ikki at taka hann við til landsdystin móti Finnlandi. Hann var ein lyklaspælari í fjør, men hevur ikki megnað at spælt eins væl í ár. Eftir ætlan, so flytir hann av landinum í novembur mánaði.

 

Tróndur Jensen hevur í ár húsast á miðvøllinum hjá HB. Kappingarárið byrjaði væl, men við tíðini hevur hann mist plássið og skaðar hava darvað honum. Hann flytir møguliga eisini av landinum og verður tí helst ikki vð HB komandi kappingarár.

 

Eisini málverjin, Teitur M. Gestsson, hevur spælt sær við tankan um at fara av landinum. Hann hevur tó sáttmála við HB fyri komandi kappingarár, og her er einki avgjørt. Teitur M. Gestsson er í hesum døgum við landsliðnum, sum sunnudagin spæla landsdyst móti Finnlandi á Tórsvølli.