22 ára gamli HB-miðvallarin, Kristin Restorff Mouritsen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Havnar Bóltfelag, so hann eisini næsta kappingarár verður í reyðari og svartari blusu.
Higartil í ár hevur Kristin spælt 22 dystir í Effo-deildini og skotið seks mál, og hann hevur verið við í byrjunaruppstillingini á besta liðnum hjá HB tilsamans 19 ferðir.
Kristin Restorff Mouritsen er ein av fleiri HB-arum, sum síðstu tíðina hava longt sáttmálar sínar, so teir eisini eru tøkir hjá felagnum næsta kappingarár ella longur fram í tíðina