Kristin í farloyvi

Helena Dam á Neystabø hevur tikið sæti á tingi

Kristin Michelsen, tingmaður fyri javnaðarflokkin, hevur nú biðið um farloyvi sum løgtingsmaður.

 

Hann sigur sjálvur frá, tá ið hann møtir á tingi aftur.

 

Sostatt hevur Helena Dam á Neystabø tikið sæti á tingi.

 

Kristin Michelsen sigur, at tað er býráðsarbeiðið, sum hevur fingið hann at taka farloyvi í Løgtinginum beint nú.

 

Hann  sigur, at fundir eru avtalaðir í sambandi við býráðið og samstundis er ferðasambandið rættiliga svikaligt við tað, at Smyril avlýsir siglingina, tá ið vindurin verður ov nógvur.  

Hes vikuna hevur hann lagt túrar burtur ímillum bæði í gjár og í dag.

 

Smyril hevur fýra motorar, men tann eini er brotin og tískil er motororkan at manøvrera innanfyri Molan Havn so mikið skerd, at hann avlýsir, tá ið vindurin verður ov nógvur.

 

Kristin Michelsen sigur, at tá ið ferðasambandið er so óálítandi, hevur hann gjørt av at biðja um farloyvi frá tingarbeiðnum í eina tíð.