Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri heldur, at borgarstjórin ikki røkir arbeiði til fulnar. Tey boða tí í kvøld frá, at tey fara at umhugsa at dupultmandatið hjá borgarstjóranum.
Sum nú er, er Kristin Michelsen bæði býráðsformaður og løgtingslimur, men sambært Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, røkir hann ikki sínar skyldur.
- Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar, verður longri og longri, og tað kunnu vit ikk góðtaka. Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey fulltíðarstørv, spur Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.
Tað hevur longi verið rok millum tey trý javnaðarumboðini, Bjarna Hammer, Súsonnu Bertholdsen og Boga Johannesen.
Tað kyknaði av álvara undan býráðsvalinum í 2016, tá tey trý ikki vildu vátta, at tey fóru at halda seg til siðvenjuna, at valevni við flest atkvøðum á listanum eisini bleiv borgarstjóri. Nógv bleiv fundast aftur og fram, men brádliga var Kristin Michelsen ikki longur á uppstillingarlistanum hjá Javnaðarflokkinum.
Endin av tí orrustuni bleiv, at Kristin Michelsen stovnaði ein kommunulista, sum á valinum bleiv størsti flokkur í býráðnum. Saman við Anitu Vibergsdóttir av borgaralistanum, fekk kommunulistin tí meirilutan í býráðnum og valdi Kristin Michelsen til borgarstjóra.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn eitt av valevnunum á kommunulistanum, Kristina Roest, tók sín stuðul til Kristin Michelsen aftur og beint undan ársskifitinum í ár boðaði Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, at nú var ein nýggjur meiriluti skipaður.
Kommunustýrislógin sigur tó, at borgarstjórar eru valdir í fýra ára skeið, so Kristin Michelsen kann verða sitandi sum borgarstjóri, um hann sjálvur vil.
Býráðsmeirilutin kann tó noyða hann at velja millum løgtingssessin og borgarstjórasessin, tí borgarstjórin kann einans vera løgtingslimur, um býráðið gevur honum loyvi.
Og hetta er tað, sum tey fýra Javnaðarumboðini, Bjarni Hammer (sum eisini er løgtingslimur), Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Kristina Roest nú umhugsað at gera.