Kristin Michelsen ikki stuðul í egnum felag

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag sigur seg stuðla hinum lokalfeløgunum, ið skrivaðu undir at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.

- Orsøkin til, at Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag ikki taldist millum lokalfeløgini, ið skrivaði undir uppá avgerðina um at koyra Gerhard Lognberg úr javnaðarflokkinum er, at felagið ikki er fullmannað, og tí ikki virkar við fullari megi í løtuni.

 

Tað sigur Annika Eidesgaard, ið hevur staðið á odda í felagnum, síðani Pauli Einarsson segði seg frá sum formann.

 

Fleiri viðmerkingar hevur hon ikki í kvøld, men vísir til skriv á heimasíðu javnaðarfloksins.

 

Í dag er eitt skriv lagt út á heimasíðuna hjá javnaðarflokkinum, www.j.fo, har nevndin sigur seg stuðla hinum lokalfeløgunum, ið hava skrivað undir.

 

Kristin Michelsen, javnaðartingmaður av Tvøroyri, metir seg eiga at fáa somu viðferð, sum Gerhard Lognberg, tí hann hevur heldur ikki altíð gingið í takt við meirlutan av javnaðarflokkinum á tingi, og Kristin Michelsen hevur í dag sagt seg umhugsa sína støðu í flokkinum.

 

Men eftir skrivinum hjá lokalfelagnum hjá Kristini Michelsen á heimasíðu floksins at døma, so dregur felagið ikki somu línu, sum tingmaðurin av Tvøroyri, ið ikki hevur sagt seg kunna atkvøða fyri, tá uppskotið um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum kemur fyri á floksfundi leygardagin.

 

Tá felagið á Tvøroyri, Suðuroyar Norðara Javnðarfelag, stuðlar hinum lokalfeløgunum er greitt, at her ganga felag og tingmaður hvør sína leið.

 

Soleiðis sigur Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag m.a. í skrivinum á heimasíðuni:

 

Ivi varð sáddur um, um nevndin kundi taka slíkar stórar avgerðir, tí – sum skrivað – var nevndin ikki fullmannað, eins og aðalfundur felagsins ikki hevur verið. Okur samdust um at kalla inn til aðalfund við vón um at fáa eina fullmannaða og vælvirkandi nevnd skjótast gjørligt.


Sjálvandi varð málið um limaskap Gerhard Lognbergs eisini til umrøðu. Okur mettu ikki, at tað var rætt at taka støðu til eitt slíkt týdningarmikið mál, fyrr enn heimildin hjá felagnum til tess við vissu var staðfest.


Tó var skjótt greitt, at meirilutin í nevndini stuðlar hinum lokalfeløgunum í ynskinum um, at okur aftur fáa ein flokk, ið virkar sum ein eind, har sosialdemokratiska hugsjónin er í miðdeplinum. Tað, at okur ikki valdu at standa undir uppskotinum, merkir sostatt ikki, at okur eru ósamd við limafeløgunum, ið standa sum uppskotsstillarar. 

 

Vegna felagið skriva hesi undir:

Annika Eidesgaard

Marni Olsen

Trygvi Strøm