Kristina D. Gásdal siktar høgt

Betri deildin kvinnur: 07 Vestur fekk 12 stig í fyrstu royndini, 24 stig í fjør. Heldur tann gongdin fram, so er málið 36 stig

Kvinnurnar hjá 07 Vestur byrja landskappingina á heimavølli móti KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Um vikuskiftið byrjar landskappingin í Betri Deildini hjá kvinnum, og Fótbóltssambandið hevur hugt nærri at liðunum í deildini. Í Sørvági fyrireika kvinnurnar hjá 07 Vestur seg til kappingarbyrjan. Vágakvinnur byrja landskappingina á heimavølli móti greipuvinnarunum úr KÍ, og lagið í hópinum er gott, sigur Kristina D. Gásdal, sum umframt at vera 07 Vestur spælari, eisini umboðar Føroyar á U19 landsliðnum.

 

– Vit gleða okkum til kappingarbyrjan, og huglagið í hópinum er ordiliga gott. Hópurin er í stóran mun hin sami sum í fjør, tó at einstakar broytingar gera seg galdandi. Sissal Haraldsen er ikki tøk vegna barnsburð, men annars hava vit á leið somu manning, og harafturat eru nakrar ungar ávegis upp í hópin eisini, sigur hon. 

 

Nýggjur skipari á brúnni

 

Ein nevnisverd broyting har vesturi er tó venjaratoymið, sum er skift út í vetrarsteðginum. Eftir eitt ár við Alberti Ellefsen á odda, hevur Martin Tausen nú høvuðsábyrgdina á síðulinjuni, meðan royndi verjuspælarin Paula Jensen eisini tekur ábyrgd sum hjálparvenjari í ár. 

 

– Tað er spennandi við nýggja venjaratoyminum, vit eru komin væl frá byrjan í uppstartinum, og tað hevur riggað væl við teimum báðum higartil. Vit kenna Martin væl í felagnum sum spælara á besta mansliðnum, og hann er komin væl inn í hópin, so at siga. Harumframt er tað fantastiskt at hava Paulu við sum spælara og nú eisini hjálparvenjara. Hon hevur so nógvar royndir at geva av, og tað er eisini gott hjá okkum at hava eina kvinnu við í venjaratoyminum, sigur Kristina Gásdal.

 

Tá tað kemur til at seta orð á málsetningin fyri kappingarárið, so hugsavna vágakvinnur seg um at halda fram við góðu gongdini, sum hevur verið, síðan felagið tók stig til kvinnuliðið í 2021. 

 

– Tað hevur gingið støðugt framá hesi bæði árini. Í 2021 endaðu vit við 12 stigum, og í fjør tvífaldaðu vit hetta til 24 stig, hóast tað eisini endaði við einum sjeynda plássi. Taka vit útgangsstøði í tí gongdini, so skulu vit sikta eftir 36 stigum í ár, tekur Kristina smílandi til. 

 

– Tað hevði verið stuttligt, um vit kundu blandað okkum upp í stríðið um heiðursmerkini, men lat okkum nú síggja, hvussu leikur fer, sigur hon at enda. 

 

Betri Deildin við kvinnum byrjar leygardagin 11. Mars, tá 07 Vestur tekur ímóti KÍ á Dungasandi.

 

Kvinnurnar hjá 07 Vestur byrja landskappingina á heimavølli móti KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd