Kristina fekk 12.500 krónur

Tað var Kristina Thomasen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld.

Tað var Kristina Thomasen, sum fekk fulla plátu pg slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Men, henni gekk ikki betur, enn tað hevur gingið øðrum undanfarin fríggjakvøld.

 

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 3,4 miljónir krónur, og eisini í kvøld var høvi hjá tí, sum ringdi inn, at býta upphæddina í tríggjar eins stórar partar, soleiðis at 1,2 miljónir krónur vóru í hvørjum leypi.

 

Samlaði vinningurin á 3,4 miljónir, varð soleiðis hækkaður upp í 3,6 miljónir krónur, tá upphæddirnar vórðu býttar út á leyparnar.

 

Í fyrsta drátti, tá Kristina Thomasen snaraði hjólinum, steðgaði tað á 15.000 krónum, sum faldað við 10 hevði givið Kristinu Thomasen 150.000 krónur.

 

Men, unga kvinnan var ikki í iva, og helt, at hon fór at royna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónur, sum faldað við seks hevði givið henni 120.000 krónur.

 

Hesaferð tóktist Kristina Thomasen at ivast eitt sindur, men helt eftir stutta umhugsunartíð, at hon fór at royna einaferð aftrat.

 

Í triðja og seinasta drátti steðgaði Gekka-hjólið á 12.500 krónur, sum gjørdist vinningurin hjá Kristinu Thomasen í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 3,6 miljónir krónur, og tað er óneyðugt at siga, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, setir Gekkurin met hvørja viku.