Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at tølini, ið Búskaparráðið legði fram í dag, ikki koma óvart á hana.
- Vit vita, at í løtuni stendur sera væl til búskaparliga, men at tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman. Tað eru serliga demografiskar avbjóðingar, har tað verða alsamt fleiri eldri og færri løntakarar í mun til, sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir á, samgongan hevur longu nú framt nøkur átøk, ið hava til endamáls, at møta teimum avbjóðingunum, ið standa fyri framman.
- Vit hava givið ein skattalætta til tey lágløntu, ískoyti til barnafamiljur og bøtt um hjá lesandi í Føroyum. Eisini arbeiða vit við eini pensjónsnýskipan saman við andstøðuni, so tað eru fleiri batar ávegis eisini, sigur Kristina Háfoss, ið samstundis ásannar, at tað skulu fleiri nýskipanir til, sum Búskaparráðið eisini mælir til.
Kristina Háfoss sigur víðari, tað skulu sjálvandi onnur viðurskiftir eisini fáast uppá pláss í samband við at møta teim avbjóðingum, ið fólkasamansetingin hevur við sær. Tað má ein størri virðisøking fara fram inn fleiri vinnur, ferðavinnuna til dømis, so fleiri vinnur kunnu styrkjast og gerast ein størri stuðul undir einum haldførum búskapi, og ikki bert fiski- og alivinnan.