Tað eru persónligar orsøkir sum gera, at eg havi tikið avgerð um at leggja frá mær sum mentamálaráðharri, sigur Kristina Háfoss.
Hon kunnaði starvsfólkini um avgerð sína klokkan eitt í dag, og klokkan tvey varð so almannakunngjørt, at hon leggur frá sær.
Øll tingmanningin og landsstýrismanningin í Tjóðveldinum helt fyrrapartin fund um málið, men einki var avgjørt, tá blaðið fór til prentingar.
Vit fara at halda okkum frá at gita, um tað eru aðrar orsøkir enn tær persónligu, sum ávrika avgerðina hjá Kristinu Háfoss, men tað er eingin loyna, at tað hava verið trupulleikar í Mentamálaráðnum. Fyri kortum fór aðalstjórin, Petur Petersen, frá, og bleiv fluttur í Løgmannskrivstovuna í Tinganesi.
Tað hevur annars verið ein stórur gjøgnumtrekkur av mentamálaráðharrum, serliga hjá Tjóðveldi hesi seinastu árini, sum talvan eisini vísir.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør tekur við eftir Kristinu Háfoss.