Kristina Háfoss:Tað verður rættað

Upphæddin í blokkinum verður rættað seinni, so hon verður tað sama sum í fjør

Samlaða upphæddin í blokktilskotinum úr Danmark fyri 2016 verður tann sama, sum fyri 2015.

Hetta hóast tað nú vísir seg, at uphæddin er hækkað við 600.000 krónum.

-Danir hava lovað, at hetta verður rættað í heyst. Blokkurin er hyækkaður nú, men tað verður regulerað seinni, sigur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss.

Hon sigur, at tey hildu at hetta var komið uppá pláss í heyst, men tað vísti  seg ikki at vera so. Hon hevur gjørt donsku myndugleikunum greitt, at hetta hevur alstóran týdning fyri samgongan og tí má hetta rættast.

-Tað hava tey lovað at gera, so tá ið 2016 er av, so er blokkstuðulin fyri árið tað sama, sum fyri 2015, sigur landsstýriskvinnan í einari viðmerking.