Kristina vil vita hvat tú gert á vesinum

Listakvinnan Kristina Joensen er farin inn um vesidyrnar og málar okkum, tá ið vit sita á bukkuni. Hon viðgongur, at hon hevur altíð eitt blað við, og síðani hon byrjaði at kanna evnið, hevur hon havt nógv stuttlig prát og nógv hugskot um, hvat fólk hava við sær inn.

- Hugskotið til vesimálningarnar fekk eg, tá eg og ein vinkona tosaðu um, hvat vit høvdu við okkum inn á vesið. Hon spurdi, um eg hevði hoyrt um Lokum-bókina, og síðani tá havi eg lagt merki til, hvat fólk hava á vesinum, sigur Kristina Joensen.

Vanliganir málar hon ekspressionismu og stórar málningar. Vesimálningarnir eru lítlir, 5x10 cm, og málaðir í naivistiskum stíli.

- Flestu myndirnar er slíkt, eg havi fingið fortalt, og nú tá myndirnar liggja á Facebook, eru nógvir mailar komnir frá fólki við fleiri hugskotum, sum eg eri í ferð við at mála. Hetta er herligt, sigur Kristina.

Málningarnir eru við í summarframsyningini í Ribarhús og kosta 800 krónur hvør