Timoteusbrævið og kvinnur
Í fyrra Timoteusbrævið, sum allar Bíbliur upplýsa, at Paulus hevur skrivað, stendur soleiðis um kvinnur. “Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri. Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; og Ádam var ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð. Men hon skal vera frelst gjøgnum barnføðing sína, um tær vera standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi” (2:11-15). Boðskapurin er greiður, ikki til at koma uttanum, men ósambæriligur við eitt nýmótans vesturlendskt samfelag, har bæði kynini eru sett javnt við somu rættindi. Kvinnur skulu føða børn og tiga.
Her ber illa til at fara skeivur av tí støðu, sum Paulus heldur, at kvinnur skulu hava í samfelagnum, men tey frælslyntu kristnu, sum lesa tekstin í søguligum høpi siga, at her er talan um 2000 ára gomul sjónarmið, sum ongan týdning hava fyri nýmótans samfeløg. Konservativ kristin, sum taka Paulus og tekstin meira bókstavliga tykjast hinvegin noydd til at halda uppá, at kvinnur framvegis skulu vera manninum undirgivin og tiga í samfelagnum, kirkjum og samkomum. Tað siga í øllum førum nakrir konservativir prestar í fólkakirkjuni.
Ber tað til at koma yvir hesar stríðsspurningarnar millum liberal og konservativ kristin? Tað er nakað, sum bendir á, at tað átti at borið til. Fyrr varð hildið, at Paulus hevði skrivað Hebrearabrævið. Tað halda granskarar ikki longur. Tað sama halda granskarar nú um onnur brøv, sum bera navn Paulusar.
Sambært flest øllum nýmótans granskarum eru góðar grundir til at ivast í, at nevndu orð um kvinnur stava frá Paulusi. Danski gudfrøðiprofessarin Ebbe Thestrup Pedersen er bara ein av teimum, sum upplýsir, at flest allir granskarar eru samdir um, at Paulus ikki hevur skrivað fyrra Timoteusbræv og fleiri onnur brøv, sum í Bíbliuni bera navn hansara. Bæði Timoteusbrøvini, Titusbrævið, Efesusbrævið og helst eisini annað Tessalonikubræv eru skrivað av einum seinni ættarliði av lærusveinum hjá Paulusi. Paulus hevur ikki skrivað tey. Fyrra Timoteusbræv er m.a. skrivað við tí í huga at minka um almenna leiklutin hjá kvinnum í samfelagnum. Sjónarmiðið tykist sostatt ikki vera upprunaligt.
Millum tær grundgevingar, sum hava sannført granskarar um hesa niðurstøðuna eru: at brævformurin í m.a. fyrra Timoteusbrævi er fiktivur; málburðurin og stílurin er heldur ikki tann sami sum í ektaðum brøvum hjá Paulusi; og innihaldið bendir eisini týðiliga á eina nógv seinni tíð. Harafturat kemur, at tað var heilt vanligt í fornøldini, at ein høvundur royndi at geva sínum tekstum størri tyngd við at skriva í navninum á einum kendum persóni. Nýmótans granskarar eru í veruleikanum als ikki í iva um, at onkur annar enn Paulus hevur skrivað pastoralbrøvini, t.e. tey bæði Timoteusbrøvini og Titusbrævið.
Flest allir granskarar halda við støði í m.a. hesum grundgevingum, at m.a. fyrra Timoteusbræv er skrivað um 100 e.Kr., t.e. langt eftir, at Paulus var deyður.
Kvinnur í fyrra Kortintbrævi
Men hevur Paulus ikki skrivað fyrra Timoteusbræv, so eru granskarar samdir um, at Paulus hevur skrivað fyrra Korintbrævið, sum eisini sýtir kvinnum at tosa í samkomunum. Í fyrra Korintbrævið stendur soleiðis um kvinnur. “Eins og í øllum kirkjuliðunum hjá hinum heilagu, skulu konur tykkara tiga í kirkjusamkomunum; tí at tað er ikki teimum loyvt at tala, men tær skulu vera undirbrotligar, soleiðis sum eisini lógin sigur. Men vilja tær læra okkurt, tá skulu tær spyrja sínar egnu menn heima; tí at tað er ósømd fyri konu at tala í kirkjusamkomu” (14:34-35). Tað er ikki bara innihaldið í hesum versunum, men eisini mátin tað verður sagt uppá, sum fær einhvønn nýmótans vesturlending at hveppast við. Paulus vendir sær als ikki til kvinnurnar, hann vendir sær beinleiðis til menninar og sigur “konur tykkara” - sum um kvinnurnar als einki skuldu havt at sagt í hesum málinum.
Heldur ikki hesi orð, sum eru beinleiðis niðrandi fyri nýmótans kvinnur, lata seg sameina við eitt nýmótans vesturlendskt samfelag, sum leggur dent á javnstøðu millum kynini. Og av tí, at eingin granskari sýtir fyri, at Paulus hevur skrivað fyrra Korintbrævið, sum upprunaliga er fest á blað um 55 e.Kr., so noyðast kristin at halda seg til ásetingarnar hjá Paulusi um, at kvinnur skulu vera manninum undirgivnar og tær skulu ikki hava loyvi til at tosa í samkomum og kirkjum. Antin verður allur teksturin tikin í álvara ella eisini verður hann ikki tikin í álvara. Her tykjast tey konservativu kristnu at hava rætt. Teir, sum skrivaðu fyrra Timoteusbrævið í navninum á Paulusi, vóru at síggja til trúgvir móti lærumeistaranum. Teir skrivaðu einans tað, sum Paulus meinti.
Nógv bendir kortini á, at soleiðis hongur tað ikki saman. Sambært amerikanska professaranum Bart D. Ehrman eru heilt góðar grundir til at halda, at Paulus heldur ikki hevur skrivað tey omanfyri endurgivnu versini í fyrra Korintbrævinum (14:34-35), sum allar nýmótans Bíbliur leggja honum í munnin.
Tann varðveitti bíbilski teksturin
Her skulu vit fyrst hugsa um, at vit ikki hava nøkur upprunahandrit frá Paulusar hond. Í veruleikanum hava vit eingi upprunahandrit av nøkrum bíbilskum teksti. Tað, sum vit hava, eru heldur ikki avrit av upprunahandritum ella avrit av avritum av avritum av upprunahandritum. Tað sum vit hava eru avrit, sum eru gjørd seinni - nógv seinni. Í flestu førum eru tey gjørd fleiri øldir seinni. Og tey eru øll avritaði við hond. Onkuntíð av ólærdum fólki, sum ikki dugdu at lesa.
T.d. stava tey elstu toluliga heilu avritini av Galatarabrævinum frá byrjanini av 3. øld e.Kr. - t.e. meira enn 150 ár eftir, at Paulus skrivaði sítt upprunahandrit. Tey elstu handritini av Nýggja Testamenti stava frá 350 e.Kr., men tey eru enntá ikki heil. Fyri at finna tað fyrsta heila handritið av Matteusevangeliinum skulu vit helst inn í 5. øld e.Kr. Tað er sostatt bæði møguligt og sannlíkt, at bíbilsku tekstirnir ótilvitað ella tilvitað eru broyttir av kristnum avritarum gjøgnum øldirnar. Í sambandi við fyrra Korintbræv 14:34-35 finst sambært m.a. Bart D. Ehrman professara ein røð av góðum grundum til at halda, at seinni kristnir avritarar hava lagt versini afturat tí upprunaliga tekstinum hjá Paulusi.
Fyri tað fyrsta tykjast hesi versini í fyrra Korintbrævi (14:34-35) stríða ímóti orðum hjá Paulusi í Galatarabrævinum, sum eingin granskari ivast í, at Paulus hevur skrivað. “ ... her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi” (3:28). Í øðrum lagi tykjast versini stríða ímóti ásetingum fyrr í Korintbrævinum, har Paulus júst ásetur reglur fyri, hvussu kvinnur skulu bera seg at, tá tær biðja og profetera í samkomuni (11:2-16). Paulus helt, at Jesus skjótt fór at koma aftur. Hann vildi tí ikki seta nakra kollvelting í verk fyri at fáa kvinnunum tey rættindi, sum hann helt, at tær áttu at hava í Kristusi. Sambært Bart D. Ehrman professara er tað hinvegin ein sannroynd, at tað, sum Paulus skrivar í fyrra Korintbrævi (11:2-16), er treytað av, at kvinnur hava loyvi til at tosa í samkomunum - tær skulu bara hava slør á høvdinum. Hetta hongur ikki rættiliga saman.
Paulus kann sjálvandi hava mótsagt sær sjálvum í tveimum ymiskum brøvum, sum eru skrivaði til tvær ymiskar samkomur undir ymiskum treytum. Men ber tað til at ímynda sær, at Paulus hevur mótsagt sær sjálvum í einum so einføldum spurningi í tí sama brævinum - við einans tveimum kapitlum ímillum? Tað ber illa til at hugsa sær tann møguleikan. Paulus var eingin intellektuellur dvørgur.
Versini 34-35 í 14. kapitli passa heldur ikki serliga væl inn í samanhangin har, sum tey standa. Evnið, sum Paulus skrivar um í versunum 26-33 og 36-43, snýr seg um profestiska talu í samkomunum. Vers 34-35 órógva í veruleikanum samanhangin. Teksturin flýtur nógv betur um bæði versini verða tikin burtur.
Hartil kemur rættiliga avgerandi, at versini ikki finnast á sama stað í øllum teimum varðveittu handritunum av fyrra Korintbrævi. Í trimum grikskum og nøkrum latínskum handritum standa versini aftan á vers 40 og ikki aftan á vers 33. Tílík viðurskifti plaga sambært tekstgranskarum at merkja, at onkur hevur skrivað nakað aftur at úti í marguni á einum handriti. Og seinni avritarar hava síðan skrivað tekstin í marguni inn í tann veruliga tekstin. Allir avritarirnir hava bara av góðum grundum ikki skrivað tekstin inn í handritið á sama stað. Tað sama vita granskarar er hent við fleiri øðrum bíbilskum tekstum.
Soleiðis halda granskarar t.d., at tann vakra søgan um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi í Jóhannesevangeliinum (7:53-8:11) er komin inn í tekstin. Tann søgan er eisini sett inn í Jóhannesevangeliið á ymiskum støðum. Onkuntíð er hon enntá sett inn í Lukasevangeliið. Og hon finst heldur ikki í teimum elstu handritunum. Søgan um kvinnuna, sum varð tikið í hordómi, hoyrir ikki heima í Bíbliuni.
Tilsamans eru sostatt rættiliga góðar grundir til, at versini um kvinnurnar, sum skulu tiga í samkomuni, ikki hava staðið í tí upprunaliga Korintbrævinum, sum Paulus skrivaði í 55 e.Kr. Tað er Bart D. Ehrman professari, ein av fremstu serfrøðingunum í Nýggja Testamenti, sannførdur um. Nógvir av fremstu serfrøðingunum eru samdir við honum. Og hetta eru ikki allar broytingarnar.
Stríð um kvinnur innan kristindómin
Bart Ehrman peikar m.a. eisini á, at Paulus nevnir fleiri framstandandi kvinnur í sínum brøvum. T.d. nevnir hann í Rómverjabrævinum eina kvinnu, Junia, sum er millum fremstu ápostlarnar (16:7). Kann tað vera tann sami Paulus, sum sýtir kvinnum fyri at tosa í samkomum? Neyvan. Men eisini her hava seinni kristnir avritarar sambært Bart D. Ehrman broytt tekstin. Junia er vorðin ein maður, sum eitur Junias. Tað er hon eisini vorðin til í teimum føroysku bíbliutýðingunum.
Nógv bendir v.ø.o. á, at kvinnur hava havt ein framstandandi leiklut í kristindóminum í fyrstu øld e.Kr. Maria Magdalena var eisini ein av teimum, sum var tættast knýtt at Jesusi. Seinni hava menn helst broytt tekstir fyri at fáa kvinnurnar aftur í tann siðbundna leiklutin. Kirkjan hevur hjálpt til við m.a. at oyðileggja umdømið hjá Mariu Magdulenu. Fólk halda framvegis, at hon var ein skøkja. Men eingin kann peikað á, hvar tað stendur í Bíbliuni. Tað man vera ein tann mest væleydnaða royndin upp á politiskt spin í heimssøguni. Summi - eisini nakrir útbúnir prestar - hava ikki lagt merki til tað enn, nærum 2000 ár seinni.
Blind trúgv
Tað er lagnunnar speisemi, at tað júst eru tey, sum taka bíbilska tekstin í størst álvara, sum eftir øllum at døma ikki halda seg til tann upprunaliga tekstin. Orsøkin er helst, at tey sum trúgva, at teksturin er gudgivin, síggja ikki feilirnar í tekstinum fyri trúnni. Tað er vandin við at hava ov stórt álit á einum teksti. Fyri liberal kristin, sum ikki taka tekstin so bókstavliga, er tað eingin trupulleiki, at feilir eru í tekstunum. Men fyri konservativ kristin, sum halda, at hvørt orð í Bíbliuni er íblást av Gudi, átti tað at verið ein stórur trupulleiki. Og útbúnir prestar í fólkakirkjuni, sum nýta Paulus sum grundgeving fyri ikki at vilja samstarva við kvinnuligar prestar, áttu at verið reyðir upp um bæði oyru.
Feilir og ískoyti prógva, at vit noyðast at fara burtur frá at lesa Bíbliuna sum um hon er Guds orð “frá permu til permu”, sum ein politikari alment helt uppá herfyri. Tað eru tey liberalu kristnu fyri langari tíð síðan farin frá at gera - uttan mun til avdúkandi tekstgransking. Tað sama áttu konservativ kristin at gjørt, tá tekstgranskarar hava avdúka feilir og ískoyti í teimum varðveittu tekstunum.