Kristindómur og Deyðadómur?

Stundum frættist, at fólk, ið kalla seg persónliga kristin ella endurfødd kristin, siga seg taka undir við deyðarevsing. Men kann hetta sameinast.?
Ein endurføddur kristin hevur vissuliga sæð seg sjálvan standa sekan og deyðadømdan framman fyri Hinum rættvísa og livandi Gudi.Men hann var rættttvísgjørdur fyri einki av náði. Endurfødd kristin eru eisini sannførd um, at teirra egnu syndir vóru ársøk til, at ein ósekur fekk deyðadóm og mátti lata lív. Straffin varð løgd á Hann.
Men Móse-lóg ásetti deyðarevsing í fleiri førum, verður ført fram. Jú, so er, men upphavsmaður og fullkomari trúarinnar ( kristindómsins ) stóð beinleiðis yvir fyri einum slíkum máli. Tíðliga ein morgunin komu teir til hansara í templinum við kvinnu, sum lógin kravdi deyðadóm yvir. Teir kravdu við skriftunum í hond, at dómurin skuldi fremjast.
Lógin kom við Mósesi, men Hann sum kom við náðini og sannleikanum, hvussu greiddi hann hetta revsimál. ? - Hann boygdi seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. Hvat hann skrivaði verður ikki endurgivið. Men teir, sum ákærdu kvinnuna, fingu nú høvi til at fremja dómin sjálvir. Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana, vóru boðini. Síðani helt hann á at skriva, tá rímdu teir allir, teir elstu fyrstir.
Men hvat fekk hesar deyðadómskrevjarar at smoykja sær burtur. ? - Lítið man verða at ivast í, at tað var, tað teir lósu í sandinum har á Tempulplássinum, okkurt stóð har at lesa, sum teimum ikki hóvaði, vóru tað gerðir - ella tankar - , sum teir trúðu, at eingin vitsti um, ið har vóru almannakungjørdar, tað fáa vit neyvan at vita her í lívinum, kanska í ævinleikanum. Eftir stendur tó, at eingin av hesum deydarevsingar talsmonnum var uttan synd og sostatt førur fyri at kasta fyrsta steinin.
Endurfødd kristin áttu eisini at minst til, at Gud ynskir ikki nakrans syndara deyða, men at øll skulu venda við og liva. Verða menniskju tikin av døgum, verður eisini møguleikin at venda við og fáa náði frá teimum tikin. Tilboðið um náði og fyrigeving Guds í Kristi Jesusi er til øll, eisini til teirra, sum av mennisjum verða deyðadømd.
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfasrur og rættvíssur og fyrigevur og reinsar.tað fekk ránsmaðurin á Golgata at sanna, tað fekk kong Dávid at sanna, hann kundi verði dømdur fyri bæði hor og morð, men hann angraði og játtaði og fann náði, hann fekk enntá heiti maðurin eftir hjarta Guds. Saul úr Tarsus, sum jagstraði tey kristnu og gjørdi, alt hann kundi, fyri at fáa tey sett á fangahús og dripin, vendi við og fann náði, og neyvan nakað mennisja hevur avrikað meir fyri kristindómin enn júst hann.
Gud er tann sami enn, náði og almáttur hansara við, kunnu vit, ørmu skapningar hansara, loyva okkum at verða náðileys.