Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági hevur havt sæti á Løgtingi fyri Kristin Michelselsen í Javnaðarflokkinum hesa seinastu vikuna.
Tingið hevur úr at gera í hesum tíðarskeiði, har 1. viðgerðir hava verið á skránni hvønn dag.
Av tí, at tað ikki lá fyri hjá Helenu Dam á Neystabø, sum annars er 1. varafólk fyri Javnaðarflokkin, kom Kristoffur Gaardlykke inn fyri Kristin Michelsen, sum tekur sæti aftur mánadagin.