Kristoffur Jacobsen til EB/Streym

Hóast bara 21 ára gamal, so hevur Kristoffur Jacobsen verið ein av lyklaleikarunum hjá KÍ seinnu árini. Hann er fastur maður á U21-landsliðnum og hevur eisini verið inni kring landsliðshitan, tá Jógvan Martin Olsen sendi boð eftir honum.

 

Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi er talan um sáttmála fyri kappingarárið 2010.

 

Fyrr í dag boðaði EB/Streymur umvegis heimasíðu sína eisini frá, at felagið hevði longt sáttmálan við Gudmund Nielsen, soleiðis at hann eisini verður í EB/Streymi í 2010.