Klokkan 19 fer makedoniski Dimitar Meckarovski at bríksla fyrstu ferð á Tórsvølli, har Víkingur sum fyrsta føroyska lið nakrantíð fer at royna seg í triðja umfari í europeiskari kapping.
-Hetta er øgilig stór avbjóðing, sum vit gleða okkum til. Spælararnir hava nógvar altjóða royndir. Teir hava víst, hvør dugur er í teimum fyrr í summar, og tað fara teir at gera aftur í kvøld.
Ímóti letlendska og norska liðnum bar til at fyrireika seg upp á styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðnum. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Eg havi hugt at dystunum, sum HNK Rijeka spældi ímóti ungverska Ferencváros. Teir vunnu 1-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Kroatiska liðið hevur so nógvar dygdir, at tað ber illa til hjá okkum at fyrireika okkum at leggja uppfyri øllum. Vit fara at leggja tað fyri, sum vit megna, og hóast talan er um onkrar skavankir, so eru allir tøkir, sigur Sigfríður Clementsen.
Víkingarnir eru stevndir saman í Sarpugerði klokkan 15.30. Tá fáa tær sær ein bita, og so verður kósin sett suður í høvuðsstaðin.
Um eina viku verður seinni dysturin. Víkinga ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin, og ætlanin er at vera aftur í Vágum fríggjadagin.