Brasilienskt føddi kroatin, Eduardo da Silva, hevur fingið ein heldur óhoyrdan sáttmála. Felag hansara, Dinamo Zagreb, hevur nevniliga bjóðað honum ein tíggju ára langan sáttmála, og kroatiski landsliðsleikarin tók av.
Da Silva hevur skotið 25 mál fyri lið sítt higartil í ár, og er fastur maður á kroatiska landsliðnum.