Kroatia vann seg til EM-endaspælið í Týsklandi

Kroatia vann á Armenia á heimavølli

Í kvøld gjørdist tað greitt, at Kroatia gjørdist landslið nummar 21 at vinna seg til EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Í bólki D vann Kroatia á heimavølli 1-0 á Armenia. Sigursmálið skoraði Ante Budimir beint undan steðginum.

 

Wales og Turkaland spældu javnleik 1-1 í Cardiff. Tí verður tað Kroatia sum fylgir Turkalandi til EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Turkaland hevur 17 stig, Kroatia 16 stig og Wales hevur 12 stig. 

 

Wales verður millum landsliðini sum skulu royna at vinna seg til EM gjøgnum Play Off dystir í Nations League.

 

Hesi 21 landsliðini hava higartil vunnið seg til EM-endaspælið:

 

  • Spania
  • Skotland
  • Frakland
  • Niðurlond
  • Ongland
  • Italia
  • Turkaland
  • Albania
  • Kekkia
  • Belgia
  • Eysturríki
  • Ungarn
  • Serbia
  • Danmark
  • Slovenia
  • Rumenia
  • Sveis
  • Portugal
  • Slovakia
  • Týskland (vertur)
  • Kroatia