Krogh elskar H71

Danski stórspælarin hjá H71, Peter Krogh, fegnast um tilveruna í H71 og Hoyvík.

Tað hevur gingið eftir ánni hjá H71 í FTZ-deildini í ár. Hoyvíkingar hava spælt átta dystir, og allir hesir dystir eru vunnir. Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl hjá H71 er, at hoyvíkingar hava fingið 25 ára gamla danan, Peter Krogh, til felagið. Krogh fegnast um at vera í H71, har hann serliga leggur dent á góða samanhaldið.

 

- H71 er so nógv tað besta felagið í Føroyum. Samanhaldið er ótrúliga gott, og ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava klárað okkum so væl higartil er, at vit tosa nógv saman og hjálpa hvørjum øðrum, um tørvur er á tí. Eg eri sera glaður fyri at vera ein partur av felagnum, og eg haldi tað vera sjúkliga kul at vera her, sigur Peter Krogh í samrøðu við Sosialin, sum fæst til keyps í øllum vanligum sølubúðum seinni í dag.

 

Í samrøðuni greiðir Peter Krogh eisini frá, hvussu tað er at blíva mansvardur so nógv, sum hann er blivin í ár, og hvussu hann hevur tilognað sær serliga eginleikan at kasta líka væl við báðum hondum.

 

H71 vann 28-24 ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini í gjár, har Peter Krogh skoraði seks av málunum hjá hoyvíkingum.