Kroppurin heldur ikki til 70 ár pensjónsaldur

Hóast nýggjar maskinur eru komnar, er arbeiðið framvegis krevjandi, og tí heldur Anna Glerfoss sum starvast á Kósini í Klaksvík, ikki, at pensjónsaldurin skal hækka

Anna Glerfoss er 53 ára gomul. Longu áðrenn hon fekk fyrsta barnið í 1995, starvaðist hon á Kósini, og eftir at hon er liðug at eiga børn, hevur hon starvast í 21 ár á Kósini.

Kósin er størsta flakavirkið í Føroyum. Anna Glerfoss stendur oftast í maskinunum har fiskurin verður avhøvdaður, hetta hevur hon gjørt í 15 ár. Eisini reinsker hon fløkini, og hevur roynt at pakka og salta. 

– Eg fari har sum eg verið send.

Anna Glerfoss dámar væl arbeiðið á Kósini.

– Vit koma glað til arbeiðis hvønn dag, hetta er eitt gott arbeiðspláss. 

Vanliga er minni at gera á um summari á Kósini, men í nakrar dagar hevur nógv arbeiði verið, og tey hava arbeitt langar dagar. 

– Viðhvørt sært tú at summi eru troytt, so mást tú koyra eitt sindur meira á. Men man er glaður kortini, og kemur til arbeiðis hvønn dag. 

Hóast nýggjar maskinur eru komnar, er arbeiðið framvegis krevjandi, og tí heldur Anna Glerfoss ikki, at pensjónsaldurin skal hækka, tí kroppurin hjá teimum. sum arbeiða á flakavirki heldur ikki til tað.

Lesið samrøðu við Onnu Glerfoss í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.