Krossfeltið spennir seg út

Krossfeltið er nú farið undir regluligar sendingar á Skálafjørðinum.

- Tað hevur gingið væl at senda higartil. Áhugið er fyri rásini, men tað er ikki fyrr enn nú at eg havi sett fastar sendi tíðir, sigur Eyðun Jacobsen, stigtakari til nýggju lokalrásina Krossfeltið, ið fyrst og fremst hoyrist á Skálafjørðinum á 95,0 mHz, umframt á stream.fo.

 

Eyðun Jacobsen er maðurin aftanfyri Krossfeltið. Hann sigur, at ætlanin er at senda eini 10 tímar um vikuna at byrja við, við løttum útvarpi við høgum undirhaldsvirði, góðum tónleiki, kappingum og tilfari um Skálafjørðin.

 

Krossfeltið sendir týskvøld, hóskvøld, fríggjakvøld og sunnukvøld klokkan 21 og leygarkvøld klokkan 19.

 

Tað er ikki heilt ókeypis at senda útvarp og í hesum sambandi skipar Krossfeltið fyri einum stuðulstiltakið, har sent verður beinleiðis í morgin, leygardagin. Byrjað verður klokkan 13.00.

- Rásin er ein áhugarás, ongar fastar inntøkur eru og ongar lønarútreiðslur eru. Tó er tað ymiskt sum skal gjaldast fyri, eitt nú koda, stroyming og viðlíkahald av sendiútgerð. Í morgin verður so møguleiki at gjalda ein eingangsstuðul pg vera við í lutakastinum um fleiri góðar vinningar, sigur Eyðun Jacobsen.

 

Gestir vera í útvarpsstovuni, livandi tónleikur verður spældur og mangt annað er á skránni, sigur Eyðun Jacobsen.

 

Les eisini Náa Skálafjørðin við tilfari um Skálafjørðin