- Eg kann til stuttleika nevna, at tað var júst flaggdagin 25. apríl í 2014, at eg varð uppringd av Mentamálaráðnum og fekk at vita, at eg hevði fingið starvið sum skúlastjóri á Sandoyar Meginskúla. Henda sama dag var eg við til flaggdagshaldið her á Sandi fyri fyrstu ferð, har Sólvit Nolsø bar fram røðu.
Tað segði Hansa M. Glerfoss, tá hon legði fyri í flaggdagsrøðu síni á Sandi seinnapartin í dag. Hon vísti á, at nú - tvey ár seinni - kennir hon tað sum ein serstakan heiður at standa og røða við flaggdagshaldið og ynskti tí at takka fyri áheitanina og álitið, henni er víst.
- Merkið er ímynd av samhaldi, samleika og felagskenslu, og krossurin er tekin um, at vit eru við í norðurlendska felagsskapinum. Krossurin er eisini eitt tekin um tað kristna grundstøðið, sum vit byggja okkara tilveru og mentan á. Hetta er eisini grundfest í triðja og seinasta ørindi av tjóðsangi okkara:
Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága – av Gudi væl skírd –
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
- Enn hava vit triðja ørindi í tjóðsangi okkara, um enn røddir hava verið frammi, sum halda hetta ørindi vera óneyðugt og halda, at tað eins væl kann takast burtur úr sanginum. Spurningur kann síðan setast við, um vit so eisini skulu av við krossmerkið á flaggi okkara, eins og røddir hava verið frammi um og tosað hevur verið um í okkara grannalondum.
Hansa M. Glerfoss segði, at um áhoyrararnir á flaggdagshaldinum á Sandi í dag vildu vita hennara meining um hetta triðja ørindi í tjóðsanginum, segði hon seg ikki skammast við tað, men kundi støðuføst og errin siga, at talið trý altíð hevur hóvað henni ómetaliga væl.
- Tað er nakað heilt serligt og ævintýrakent við hesum tali, og tað hava mong undan mær eisini hildið. So, stendur tað til mín, skal ikki lúkast burtur úr tjóðsangi okkara. Og Merkið uttan kross? Tað fyrikemur mær sum ryggleysur maður, ið ikki torir at standa við sítt. Nei, í so máta, er mín hugsjón gróðursett í støðufesti, sum hon tók til.
Hans M. Glerfoss segði, at okkum tørvar samleikan fyri at kenna okkum sjálvi - eisini søguliga samleika okkara, ið bindur okkum til forfedrar og eftirkomarar, sum er bindiliðið millum fortíð, samtíð og framtíð.
- Merkið umboðar okkum øll somul, allar føroyingar - uttan mun til, hvørji vit eru, hvar í landinum vit eru uppvaksin, hvør politiska hugsjón okkara er, hvørja átrúnaðarliga ella kynsliga orientering vit hava o.s.fr. Merkið er okkara og umboðar og rúmar okkum øllum. Og soleiðis eigur og skal tað vera, segði skúlastjórin í Sandoyar Meginskúla m.a. í flaggdagsrøðu síni á Sandi í dag.