FLAGGDAGURIN
Hans Kárason Mikkelsen
[email protected]
Tað var Malan Marnersdóttir, sum aftaná flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn legði fram eitt flagg, har allir partarnir í danska kongaríkinum vóru umboðaðir. Malan Marnersdóttir segði, at hetta er eitt nýtt flagg til eitt nýtt orðaskifti. Og orðaskiftið er farið í gongd, tí Annita á Fríðríksmørk úr Tjóðveldisflokkinum heldur ikki, at veruleikin sæst aftur í nýggja flagginum.
- Um mann vil súmbolisera veruleikan í einum slíkum flaggi, so átta mann at kroyst tað føroyska og grønlendska flaggið upp í eitt horn, og so latið restina vera Dannebrog. Hetta ístaðin fyri at latast sum um, at vit eru javnbjóðis partar í einum ríkisfelagsskapi, sigur Annita á Fríðríksmørk, sum situr í grundlógarnevndini.
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at vit hava eitt flagg í dag, og at hann dugir ikki ordiliga at síggja, hvat hugskotið skuldi verið.
- Vit hava eitt flagg í dag, og tað er nokk við tí flagginum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á løgmanni Jóannesi Eidesgaard áðrenn evstamark. Nýggja flaggið skuldi handast løgmanni.