Krydda og frysta brisling í Tavuni

Árliga veiðan eftir brislingi á firðum og sundum liggur millum 500 og 800 tons.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.

Í nógv ár hevur veiða verið eftir brislingi á Skálafjørðinum, Sundalagnum, Kollafirði, Funningsfirði og onkuntíð á Borðoyavík. Brislingur verður veiddur við nót, og árliga veiðan liggur um eini 500 til 800 tons.

 

- Okkara fiskifrøðingar hava ikki stóra vitan um brislingin, men teir vita, at hetta er ein serføroyskur stovnur. Vertíðin er vanliga frá seint í oktober og út í februar/mars.

 

Tað siga Johan Mortensen og Ingvar Joensen, nú Tavan í Leirvík í vetur hevur gjørt nýggjar og spennandi royndir við brislingini. Ingvar er stjóri í Tavuni, og Johan er íbirtari og hevur stóran áhuga fyri føroyskum tilfeingi og náttúru.

 

Tríggir bátar hava loyvi at veiða brisling, og tað er serliga báturin Katrin, ið er heimahoyrandi í Søldarfirði, sum í dag hevur mestu driftina og veiðina.

 

Í nógv ár fiskaðu Jóan Jakku Johannesen, sáli, og synir hansara brisling í vetrarhálvuni, og í dag er tað Hilmar Johannesen, ið drívur verkið.

 

Johan Mortensen og Ingvar Joensen vísa á, at meginparturin av tí brislingi, sum veiddur hevur verið á firðum og sundum, er farin til mjøl ella minkaslógv.

 

Í Tavuni er sera framkomin skiljimaskina, og á virkinum verður hin størri brislingurin kryddaður í tunnur, og hin smái verður frystur.

 

Teir siga, at í ár er altjóða marknaðurin góður, og stórur eftirspurningur er eftir hesi frálíku føroysku rávøru, sum brislingurin - eisini róptur havsins silvur - er.

 

- Vit hava í fleiri ár fylgt við marknaðarútlitunum, og nú líkt er til, at veðurlagsbroytingar eru orsøkin til, at lítil og eingin brislingur er komin úr Svøríki, Skotlandi og Írlandi, siga Johan Mortensen og Ingvar Joensen.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.

Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni.