Kryvjivirkið hjá Bakkafrost liðugt í vár

Søkt verður nú eftir virkisleiðara til virkið í Vági.

Stóra flakavirkið í Vági hevur at kalla staðið tómt og óvirkið síðani kreppuna í 1992, um vit ikki telja eitt stutt tíðarskeið við, har alivirksemi helt til á virkinum.

 

 

Men nú er Bakkafrost í fer við at dagføra virkið fyri stórar peningaupphæddir. Í løtuni er ein útveggur tikin niður, og grivið og ruddað verður frammanfyri virkið á bryggjuøkinum. Ætlanin er at gera tað atkomuligt hjá stóru trailarunum, og tí verða av- og álastingarstøð gjørd, eins og økið frammanfyri verður lækkað.

 

 

Virkið verður ætlandi liðugt í vár.

 

 

Hetta sæst í lýsing frá Bakkafrost, har søkt verður eftir virkisleiðara til kryvkivirkið í Vági.

 

 

Í lýsingini stendur m.a.:  Virkið í Vági verður klárt at taka í nýtslu á várið 2018. Starvið verður sett sum skjótast og ætlanin er, at virkisleiðarin er partur av verkætlanarleiðsluni.

 

 

Mynd: Ein útveggur er niðurtikin og grivið verður, so økið frammanfyri virkið verður llækkað.