Teir báðir ungu mennirnir, sum vórðu í rættinum fyri stuttum í sambandi við nógv umrødda øksarmálið, eru endaliga vigaðir av dómstólunum. Revsingin, sum Føroya rættur kom til, verður ikki skotin inn fyri Eystara Landsrætt.
Teir báðir menninir eru ávikavist 22 og 24 ára gamlir, og í nevninatingi í Føroya rætti vóru teir funnir sekir í sera grovum og vandamiklum harðskapi. Tann 22 ára gamli varð dømdur í sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð, meðan tann 24 ára gamli skal inn í fongsul at sita í fýra ár.
Tað var í fjørsummar, at eitt álvarsligt álop á Landavegnum/Íslandsvegnum í Havn, har ein maðu varð stungin við knív og øks í fleiri umførum. Teir báðir ungu menninir hava sitið varðhaldsfongslaðir í eitt ár, áðrenn teir vórðu dømdir.