Ferðslan fer at krevja fleiri deyðsoffur, um hámarksferðin á føroyska vegunum verður sett upp, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd Nógvir áhugaverdir spurningar um ferðslu vórðu viðgjørdir á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd herfyri. Høvuðsevnið á fundinum var ein norðurlendsk hugburðskanning um atburð í ferðsluni.
Millum annað varð nomið við ta sannroynd, at hægri hámarksferð krevur fleiri offur í ferðsluni. Eisini deyðsoffur. Hetta vísa royndir, sum eru gjørdar við at lata bilar stoyta frontalt saman.
Kanningin vísir, at 66 prosent av føroyingum halda, at 50 km/t vera eina hóskandi ferð í bygdum øki, men bert 41 prosent yvirhalda hesa ferðina. 37 prosent koyra millum 55 og 60 km/t. Tá tað kemur til hámarksferð í óbygdum øki, eru tað bert 36 prosent, ið halda, at 80 km/t er ein hóskandi ferð, og bert 28 prosent yvirhalda hana. Hetta er tað lægsta talið í øllum Norðurlondum. Sambært kanningini koyra 53 prosent av føroysku bilførarunum millum 80 og 90 km/t uttan fyri bygt øki.
Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Kári Thorsteinsson, vísti á, at lækkingin á promillumarkinum niður á 0,2 hevur havt sera stóra ávirkan á hugburðin hjá føroyskum bilførarum til at seta seg aftan fyri róðrið, tá ivi er um, hvørt tú liggur oman fyri ella niðan fyri markið.
- Nú vilja tey flestu vera á tí tryggu síðuni. Tað merkir, at um tey til dømis hava fingið sær eitt glas, so lata tey bilin standa, sugur Kári Thorsteinsson.