Økt reingerð á dagstovnaøkinum

Borgarstjórin í Havn heitti herfyri á býráðið um møguliga ískoytisjáttan til dagstovnaøkið vegna økt reingerðarkrøv í sambandi við koronasmittu

Í sambandi við, at dagstovnar og frítíðarskúlar lótu uppaftur, gjørdi Koronaráðgevingin smittufyribyrgjandi vegleiðingar, sum høvdu við sær, at virksemið á stovnunum mátti umskipast og tillagast samsvarandi vegleiðingunum.

Krøv vórðu m.a. um økta reingerð, umframt hópin av serligum reinføriskrøvum, sum kravdu, at arbeiðgongdir vórðu nógv broyttar á einstøku stovnunum.

Serliga síðani stovnarnir aftur fóru at fyllast, hava broyttu arbeiðsgongdirnar vegna koronatilmælini havt við sær eyka trýst á arbeiðsorkuna á einstøku stovunum, har starvsfólkini hava tikið sær av reingerð, burturfrá námsfrøðiliga virkseminum annars.

Út frá upplýsingum, sum stovnsleiðslurnar hava latið, ber til at meta um eina miðal tímanýtslu pr. dag á einstøku vøggu-og barnagarðsstovunum og frítíðarskúlaflokkunum.

Ein ískoytisjáttan í verandi støðu leggur tó ikki grundarlagið fyri játtan longur fram í tíð, men verður at taka upp so hvørt, tørvur kann metast vera á tí.

Trivnaðarstjórin og leiðarin á barna-og ungdómsdeildini mæltu til at játta kr. 839.500,- kr til stovnarnar, sum ískoyti til eykaútreiðslur vegna økta reingerð. Fíggjarnevndin samtykti hetta 28. mai 2020 og tað gjørdi býráðið eisini.

Málið kom á øðrum sinni fyri býráðið í kvøld og varð einmælt samtykt.