KT-skipan hjá bankum - lóg um persónsupplýsingar

Bjørn Kalsø
---------
Í fyrispurningi samb § 52 a í tingskipanini spyr Bjørn Kalsø, løgtingsmaður Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um flutningur av upplýsingum hjá kundum um peningaviðurskifti, fer fram samb. lóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hevur landsstýriskvinnan kannað, hvørt trygdarskipanir í nýggju KT-skipanini hjá føroysku peningastovnunum frá útlendskum veitara kunnu tryggja, at lóg um viðgerð av persónsupplýsingum verður fylgd, tá upplýsingar um peningaviðurskifti hjá kundum verða fluttir umvegis nýggju skipanina?

2. Er í hesum sambandi gjørd nøkur niðurstøða spurninginum viðvíkjandi?


Viðmerkingar:
Síðan føroysku peningastovnarnir fingu nýggja KT-skipan frá útlendskum veitara, hava Felagið Peningastovnar og leiðslurnar í bankunum, í fleiri umførum verið í fjølmiðlunum við umberingum um veikleikar við nýggju skipanini.

Ørkymlan hevur eisini verið skipanini viðvíkjandi millum kundar.

Hóast ørkymlan millum kundar og umberingar frá bankunum, mæla Felagið Peningastovnar og leiðslurnar í bankunum kundunum til at vísa tolsemi. Talan er, samb. teimum, einans um sonevndar barnasjúkur, sum annaðhvørt longu eru, - ella rímiliga skjótt verða fingnar av vegnum. Frammanfyrinevndu meta somuleiðis, at skipanin grundleggjandi er í lagi, tá talan er um dygd og trygd.

Komið er fram, at kundar hava fingið innlit í konti ella upplýsingar, teir av røttum ikki áttu at fingið innlit í. Somuleiðis hevur P-tal staðið á kvittanum hjá einstøkum sjálvtøkukundum.

Upplýsingar um peningaviðurskifti hjá privat- og vinnukundum eru umfatað av lóg um viðgerð av persónsupplýsingum, tá hesir verða fluttir annaðhvørt innanlands ella millum lond umvegis KT-skipanir, sum peningastovnarnir vara av.

Tað er í hesum sambandi sera umráðandi, at krøv verða sett KT- skipanini, sum gera, at lóg um viðgerð av persónsupplýsningum verður fylgd, tá upplýsingar um peningaviðurskifti ferðast á alnótini umvegis skipanina. Tí hesir spurningar til landsstýriskvinnuna: