KT vinnan fær sín dag!

KT-dagur
tíðindaskriv

KT felagið skipar tann 6. mai fyri fyrsta KT degnum undir heitinum KT Dagurin 2005. Dagurin skal seta fokus á føroyska KT vinnu, og geva munandi vitan um nýtslu av KT loysnum til luttakararnar. Norðurlandahúsið verður karmur um Dagin.
Endamálið við Degnum skal m.a. náast gjøgnum 3 fyrilestrar á fakliga høgum støði har 1 føroyskur fyrilestrarhaldari og 2 útlendskir koma at geva degnum innihald. Evni á fyrilestrunum verður digitalisering, har m.a. digitalur signaturur verður umrøddur.
Ein dómsnevnd er sett, og hon fer at velja eina fyritøku/stovn á almennum ella privatum hondum, sum hevur hepnast serliga væl við innføring av einari væl skipaðari KT loysn. Vinnarin fær handað heiðursprógv og -lut fyri slóðbrótandi framtak í føroyskum høpi.
Øll kunnu tekna seg sum luttakarar á degnum á www.vrg.fo, og kostnaðurin er 520 kr.
Við í prísinum eru 3 fyrilestrar umframt ábit í steðginum.
Ætlanin er halda KT Dagin ólíka ár og KT Stevnuna líka ár soleiðis, at føroyska KT vinnan og almenningurin sum heild hvørt ár hava møguleika at nema sær vitan um, hvat rørir seg í KT heiminum.