Uppáhaldið um at havið kó¬kar av makreli verður undir¬bygt av nýggjasta til¬mælin¬um frá ICES. Hav¬gransk¬¬ingarstovnurin ¬ger ikki mætari enn at mæla til at økja fiskiskapin eftir makreli heili 64 prosent næsta ár, sam¬mett við kvoturnar í ár. Í tonsum merkir tað, at ICES mæl¬ir til at makrelkvotan fer úr 542 000 tonsum upp í 890.000 tons.
Men tølini hjá ICES sam¬svara tó ikki við tey tøl, sum einstøku londini sjálvi ar¬beiða við. Strandalondini eru ikki samd um býtið av makrelinum, og áseta sær tí sínar egnar kvotur, sum til¬samans eru nógv hægri enn til¬mælið frá ICES. Tað merkir, at í ár hava Norra, ES, Ísland og Føroyar ásett sær sjálvum makrel¬kvotur á tilsamans 905.000 tons. Harumframt hev¬ur eisini Grønland, sum ikki verður roknað sum eitt stranda¬land í hesum høpi, á¬sett sær makrelkvotu á 50.000 tons.
Strandalondini hittast aftur til samráðingar um makrelin seinni í oktober. Tær samráðingarnar vera í Lon¬don, undir leiðslu av ES.
Loysir upp
Higartil hava strandalondini havt sera trupult við at finna semju um, hvussu makrelurin í Norðuratlantshavi skal být¬ast. Men jaliga tilmælið frá ICES kann mýkja støðuna, metir føroyski samráðingarleiðarin.
- Man hevur áður sæð dømi um, at økt tonsatal kann gera tað lættari at svølg¬ja eitt lægri prosenttal av eini heildarkvotu, sigur Her¬luf Sigvaldsson.
Føroyski sam¬ráðing¬ar¬lei¬ð¬arin leggur dent á, at Føroyar eru grundleggjandi ónøgd við gamla býtislykilin. Meira av makreli er í føroyskum sjógvi, og tí eiga Føroyar størri part av samlaðu kvotuni. Og skulu Føroyar hava meira, so skulu hini londini lata burturav.
- Tað kann væl hugsast, at tann missjónin gerst lættari, um hini londini kunnu kom¬pen¬sera við tonsatali, tá heildar¬kvotan økist, sigur Her¬luf Sigvaldsson.
Hann er annars varin við at gera tær stóru við¬merk¬ingarnar til ICES-til¬mælið, nú tað styttist til sam¬ráð¬ing¬ar¬nar í London.
- Eg vil treyðugt føra sam¬ráð¬in¬gar í fjølmiðlunum. Men sum sagt, so kann tað væl hugs¬ast, at eitt økt tonsatal kann vera við til at loysa upp, sig¬ur Herluf Sigvaldsson.
Makrelsamráðingarnar í London 23. til 25. oktober vera serligar á tann hátt, at hesaferð fer Grønland vænt¬andi at vera til staðar. Ikki við samráðingarborðið, men sum eygleiðari. Stranda¬landa¬fund¬ur¬in í Reykjavík í september gloppaði dyrn¬ar fyri grønlendingum, sum tevja pengarnar í makrel¬fiski¬skapinum. Landið vísir á, at makrelurin í vaksandi mun er í grønlendskum sjóg¬vi, og tí eigur Grønland sín part av stovninum og harvið kvotu¬ni.
Norðhavssildin
Meðan makrelstovnurin er sera væl fyri, sambært ICES, so stendur sum væntað verri til við norðhavssildini. ICES mælir til at skerja fiskiskapin eftir norðhavssild heili 32 pro¬sent næsta ár, sammett við í ár. Í tonsum merkir tað, at samlaði fiskiskapurin skal fara úr 619.000 tonsum nið¬ur í 419.000 tons næsta ár. Men eins og við makrelinum, so klára strandalondini held¬u¬r ikki at semjast um at býta norðhavssildina. Tí hava ES, Norra, Russland, Ís¬land og Føroyar ásett sær sjálv¬um kvotur á tilsamans 692.000 tons í ár. Her er tað ser¬liga Føroyar, ið hava havt tru¬pult við at góðtaka gamla býtis¬lykil¬in, ið gav 5,1 prosent av heild¬ar¬kvotuni í føroyska part¬in. Hinvegin hava hini stranda¬lond¬ini hava hildið seg til gamla leistin.
Men eins og við makreli¬num, so hevur Grønland eisini ligið framvið eftir norð¬havs¬sildini, hóast landið ikki er at rokna sum strandaland í hesum samanhangi. Grøn¬land hevur ásett sær sjálvum 15.000 tons av norðhavssild, sum landið ætlar at fiska í al¬tjóða sjógvi í ár.
Strandalanda¬sam¬ráð¬ing¬ar um norðhavssildina vera í London 16. til 18. oktober, undir leiðslu av Íslandi. Á síðsta fundi samdust lond¬ini um at lata ein ser¬frøð¬inga¬bólk arbeiða við at lýsa stovn¬in, soleiðis at londini hava eitt betri, fakligt grundarlag at arbeiða út frá.
Fleiri av strandalondunum vilja tí varðveita gamla býtis¬lykil¬in, meðan serfrøð¬inga¬ból¬k¬urin arbeiðir, men tað vil¬ja Føroyar ikki. Tí er líkt til, at Føroyar fara at áseta sær sína egna sildakvotu, eisini næsta ár.
Svartkjafturin
Eins ov við makrelinum, so er ICES rættuliga bjartskygt í sínum metingum av svart¬kjafta¬stovninum. ICES mæl¬ir tí til, at samlaða svart¬kjafta¬kvotan fer úr 643 000 tonsum upp í 949 000 tons næsta ár. Talan er um eina øking í saml¬aðu kvotuni á 48 prosent. ICES byggir sítt tilmæli á, at fiskiskapurin hevur verið lítil seinastu árini, samstundis sum tilgongdin seinastu ár¬ini hevur verið góð. Tað hev¬ur ført við sær, at stóra niður¬gongdin í stovninum síðani 2004 er støðgað, og stovnurin er í støðugari menning, metir ICES.
Meðan strandalondini stríð¬ast um býtið av bæði makreli og norðhavssild, so tykist verandi býtislykil av svartkjaftinum at vera kom¬in í eina fasta og trygga legu, sum londini eru nøgd við.