Øktir miðalprísir - minkandi veiða

Hóast hækkandi fiskaprísir er veiðivirðið hjá garnaskipum minkað við 4% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár Seinastu árini hava ikki roynst nóg væl hjá garnaskipum, sum royna eftir svartkalva og havtasku. Kortini er ársúrslitið fyri 2006 økt við tilsamans 67,9% síðan 2002. Hesi skip hava soleiðis havt eina munandi framgongd - og so kortini gongur tað ikki betri enn hampiligt.

Tað er niðurstøðan í greiningini hjá Rasmussen & Weihe um gongdina í fiskiskipaflotanum.

Felagið sigur, at miðalprísurin hjá garnaskipum níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár øktur við 18,3%, men samlaða veiðinøgdin er í sama tíðarskeiði minkað við 11,9%.

- Hetta merkir, at samlaða veiðivirðið er minkað við 4% í hesum tíðarskeiði.

Grannskoðarafelagið metir, at samlaða úrslitið hjá garnaskipum í 2007 verður um leið tað sama sum árið fyri.